Dara Torres slapp at doypa Oasis of the Seas

Tað vil siga, tey vóru sambært USA Today ikki færri enn sjey heimsnøvn sum sloppu at doypa risan: Gloria Estefan, skøjtuprinsessan Michelle Kwan, sjónleikarin Jane Seymour, Dara Torres, sjónleikarin Keshia Knight Pulliam, fimleikarin Shawn Johnson og “TV personality” Daisy Fuentes. Torres leinkjar til sínar egnu myndir av skipinum her á Twitter, har man millum annað sær, at tað ber til at surfa umborð (!)


Continue reading Dara Torres slapp at doypa Oasis of the Seas

Dara Torres til OL fyri USA, 41 ára gomul

Fyrst kvalifiseraði hon seg í 100 frí; og síðani valdi hon at velja ta greinina frá, tá ið hon eisini kvalifiseraði seg í 50 frí. Enntá við betring av sínum egna amerikanska 50 metra langbana meti, frá 24.53 yvir 24.38 í hálvfinaluni til 24.25 í finaluni, har Lara Jackson eina løtu tók metið frá henni í innleiðandi við 24.50. Heimsmetið hjá Libby Trickett er 23.97, so Torres er væl á veg, nú hon hevur skorið 28 hundraðpartar av muninum, og tí bara hevur 28 eftir. Torres setti amerikanskt met fyrstu ferð sum 15 ára gomul, hevur sett heimsmet tríggjar ferðir, og fer nú at hava luttikið á OL yvir eitt tíðarskeið á 24 ár.

Continue reading Dara Torres til OL fyri USA, 41 ára gomul