Serbiski Darko Novovic hevur nú sambært The Guardian svomið teir 5450 kilometrarnar frá Altataj í Peru til Belem í Brasil uppá bara 46 dagar, har slovenski Martin Strel í 2007 brúkti 66 dagar um teinin. Hann svam umleið 120 kilometrar um dagin, vardur ímóti krokodillum og piratfiskum við nøkrum netum spennt ímillum fylgibátarnar. Men tó so var tað vandamikið, vegna meldurstreymar og tað at vatnið í ánni er so ólekkurt, at tað sambært Novovic fær giftiga vatnið í Tamish í Serbia at tykjast sum drekkivatn. Ein spennandi løta var eisini tá ið hann rendi í eina krokodillu, sum tó vísti seg at vera deyð og í ferð við at verða etin av piratfiskum.