Darren Mew er hin stóra stjørnan á Isle of Wight

Hóast hann við sínum 31 árum væl er við at vera liðugur sum úrvalssvimjari, so er Darren Mew ikki at kimsa at, tá ið tað kemur til bringusvimjing á Isle of Wight. Hann eigur enn bretsku metini í 50 bringusvimjing á lang- og stuttgeil, ávíkavist 27.44 og 26.72, og oyggjaleikametini í 50 og 100 metra bringusvimjing, 28.25 og 1:02.99 frá leikunum á Isle of Wight í 1997.
Continue reading Darren Mew er hin stóra stjørnan á Isle of Wight

Darren Mew fer at luttaka á Isle of Wight

Ellesmere College Titans veit at siga at tveir svimjarar hjá teimum fara at luttaka á Oyggjaleikum í summar, 17 ára gamla Poppy Evans fyri Isle of Man, og 31 ára gamli Darren Mew fyri Isle of Wight. Serliga Mew er áhugaverdur, sum OL-finalistur bæði í Sydney ár 2000 og Athen ár 2004, og fleirfaldur heiðursmerkjavinnari í stytru bringusvimjingargreinunum á HM, EM og Commonwealth games. Hann eigur enn oyggjaleikametini 28.25 í 50 bringu og 1:02.99 í 100 bringu.