David Carry, ja tað ljóðar ikki føroyskt, men hann hevur tó røtur úr Føroyum.
David er føddur t. 8. Okt. 1981 í Aberdeen. Hann hevur svomi síðan hann var bert 5 ára gamal og vann heili 2 gull til Commonwealth Games í 2006 í Avstralia. Hann vann 400m frí, og 400m blandað. Men hansara fyrsta enska met kom so ikki fyrr enn fríggjadagin 27. juli 2007. Tað var í 400m frí at David tók bretska meti frá Paul Palmer (OL silvur í 1996) tíðin hjá David var 3:47,40 og er tað 19 sek. skjótari enn føroyska meti hjá Pál Joensen. Langbana til Føroyar takk!
David er ein av mongu ungu svimjarum úr Bretlandi sum hevur vant í Avstralia (Gold Coast) og sum Bretland vónar, skal gerða um seg til OL í 2012.
Um “klaksvíkingurin” (David) sleppur undan skaðum, og annars heldur á fram at betra seg, ja so kanska okur fáa fyrsta gullheiðursmerki til Føroyar til OL í svimjing longu í 2012 🙂
Sikken ein styrkur til Ægir (Johan Martin sær gull nú) David er sera sterkur í 200 og 400m frí, men 400m blandað er ikki av leið, 4:15,98 á langbana er nokk til finalu til HM. David var sjúkur í Melbourne og megnaði tí ikki at vísa hvat hann kundi, men til Bretsku Meistarakappingina í farnu viku á langbana, vísti hann øllum hvat hann er gjørdur av.