Tað gekk so sum so í morgun, Birita svam gott nokk bestu tíð men tó ikki so skjótt sum hon ætlaði; sá annars gott út fram til vendingina, men reyk so eitt sindur afturum akkurát har. Cecilia koyrir ikki uppá fult bluss í løtuni, og hartil var tað ein rímiliga hørð uppgáva hjá henni, at skula svimja ímóti bara 15 av teimum bestu í Evropa – so har var tað meira so at man gleddist um, at Coralie Balmy sum fekk bestu tíð yvirhøvur ikki náddi at yvirhála Cecilu, áðrenn teir 800 vóru lidnir.
Tíðirnar Birita 1:07.21 í 100 rygg, Cecilia 9:40.31 í 800 frí. Nú seinnapartin taka vit eina pausu frá stevnuni, og fara inn í miðbýin við sporvogninum, at síggja hvat sum er har. Lagið er gott og staðið her hugnaligt, tað heila eitt sindur behagiliga bygdasligt, um man kann so um eina ‘bygd’ á 200.000 íbúgvar 🙂