64-ára gamla Diana Nyad svam úr Kuba til Florida

Fyristillið tykkum – 64 ára gamla Diana Nyad leyp einaferð leygardagin á bláman, og svam so í tveir dagar og tvær nætur, og so fýra tímar afturat, til at klára teinin úr Kuba til Key West í Florida. Hetta sum fyrsta menniskja nakrantíð í veruligari ‘opið vatn svimjing’, uttan drakt, uttan hávabúr og uttan nakrantíð at sleppa at styðja seg til nakað annað enn sjógvin. Einir 111 miles uppá 52 tímar, 54 minuttir og 18.6 sekund.

Hon hevur roynt tað fimm ferðir fyrr; fyrstu ferð fyri 35 árum síðani tá ið hon mátti gevast vegna keðiligt veður, og síðani seinastu fýra árini tá ið sum oftast mátti gevast vegna lammilsi av at verða stungin av eitrandi hvalspýggj. Hesuferð høvdu tey uppfunnið eina rímiliga klaustrofobiska loysn, har hon um náttina skuldi svimja í masku við serligum mundstykki, sum so aftur yvir tíð vísti seg at gnadda illa í salta sjónum. Ímóti endanum var hon so hovin um munnin og hálsinum av øllum saltinum, at læknarnir høvdu eyguni við tí. Og so køld at at hjálpararnir valdu at ikki geva hana nakað at eta, men heldur at biðja hana bara svimja seg heita.

Diana Nyad útsetur svimjingina frá Kuba til USA

Amerikanska Diana Nyad kunnger nú alment, at hon bíðar við metlongu havsvimjingini frá Kuba til USA, vegna veður og kølnandi sjógv, til einaferð á sumri 2011. Tað var væl eftirhondini væntandi, eftir at hon hevur bíðað í mánaðarvís eftir góðum veðri og loyvi frá myndugleikum. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Diana Nyad á Good Morning America

Hon bíðar enn eftir at veðrið skal batna, og løgið nokk tosa tey enn um trupulleikar við at fáa neyðuga visa til at sleppa at byrja úr Kuba. Men ‘spennandi’ at hoyra um stórar hávar, og um at tey nú í september bíða eftir “the calm before the storm”. So er at svimja skjótt, til at náa yvirum áðrenn ódnin rakar!

Fylgið annars við á www.diananyad.com

Nú fer Nyad at royna at svimja frá Cuba til Florida

60 ára gamla Diana Nyad ætlar sær í hesari vikuni at svimja frá Cuba til Florida, 103 miles ella 165.76 kilometrar, uttan aðra verju enn okkurt tól til at styggja hávarnar burtur við. Sambært AolNews er tað ikki fyrstu ferð at nakar svimur hendan teinin, men fyrstu ferð at nakar roynir at svimja har uttan hávabúr. Og tað hevur man eftir øllum at døma brúk fyri, har um leiðir, eisini sambært Nyad sjálvari: “You talk to shark experts, and they tell you that when you’re far from shore and making all those splashing noises, you tend to attract sharks who think you’re a dying fish.”


Continue reading Nú fer Nyad at royna at svimja frá Cuba til Florida

60 ára gamla Nyad ætlar at svimja frá Cuba til Florida

Diana Nyad úr Florida er í løtuni í ferð við at svimja 24 tímar út-í-eitt í havinum við Florida, sum fyrireiking til seinni í summar at svimja 103 miles (t.e. 165.7 km) úr Cuba til Florida. Í 70-unum svam sama dama 102.5 miles (164.9 km) úr Bimini á Bahamas til Florida, sum í øllum førum tá var tað longsta ið nakar hevði svomið á havinum; og varð afturfyri tað umframt eina rúgvu av øðrum langteinasvimjingum heiðrað við upptøku í “The International Swimming Hall of Fame“. Til í fjør hevði hon ikki svomið éitt tak í 31 ár, men svimur nú hetta við grundgeving: “Because I’d like to prove to the other 60 year olds that it is never too late to start your dreams.


Continue reading 60 ára gamla Nyad ætlar at svimja frá Cuba til Florida