Tað er ringt at samanbera svimjing og fótbólt; men um tit fyristilla tykkum at har var onkur árlig ‘donsk meistarakapping’ í fótbólti, har øll tey bestu feløgini og landsliðið møttu, og føroyska ungdómslandsliðið so eisini valdi at møta og vann á øllum uttan tí allarbesta, við einum avriki sum øll vóru samd um kundi mátast 100% til at vera betri avrik enn nakað danskt ungdómslandslið nakrantíð hevði avrikað. Og har vit enntá vunnu 0-8 á danska ungdómslandsliðnum. So eru tit á leið har sum Pál var týsdagin. Continue reading Pál og Jón hava longu skrivað søgu
Tag: dm 2008
Orsaka svikaligu frásøgnirnar her
Eg havi verið eitt rættiliga upphongdur av ymiskum øðrum í seinastuni, og tað verður verri nú serliga í dag. Éitt er arbeiði, men hartil breyt eg eina stift-tonn seint fyrrakvøldið, sum eg so mátti fáa avgreitt eisini, áðrenn eg nú seinnapartin fari av landinum. Siti faktiskt og skrivi hetta her nú við følilsisleysari nøs og plágandi svangum búki. Continue reading Orsaka svikaligu frásøgnirnar her
Shaila sett met í 50 frí í morgun
Elspa átti gamla metið á 27.94 frá evropeisku juniormeistarastevnuni á Mallorca í 2006, men nú er tíðin so fyribils 27.55… nærum eitt hálvt sekund skjótari. Shaila varð nr 7 í hesum innleiðandi riðlum, og kvalifiseraði seg tí sjálvsagt til hálvfinaluna eisini. Elspa svam ikki 50 frí í morgun, men kvalifiseraði seg hin vegin til hálvfinaluna í 50 rygg, við triðbestu tíð 30.92.
Elspa danskur meistari í 100 rygg
Elspa Mørkøre varð danskur meistari í 100 rygg í gjár, við tíðini 1:03.75. Sí livetiming.dk og westswim.dk.
Shaila sett føroyskt met í 100 firvald
Hetta var í einum sera hørðum riðli, har Shaila var styrkismett sum nr 5, og olympiskar svimjarar sum Jeanette Ottesen og Julie Hjorth-Hansen hálaðu ferðina upp. Firvald er ikki ein grein har tað er serliga gott at svimja móti harðari kapping; tí fyri tað fyrsta kann man ‘doyggja’ nakað so grúðuliga, um man roynir at fylgja við og tí leggur ov hart út, og fyri tað næsta skapa tey sum svimja frammanfyri rættiliga stórar aldur, ið síðani spjaðast út um allar geilar. Men hon gjørdi tað altso; betraði um sítt egna met við meira enn einum hálvum sekundi, frá 1.09.87 til 1:09.19. Continue reading Shaila sett føroyskt met í 100 firvald
Pál svimur 1500 frí í morgun
Men hann svimur sambært susvim.com ikki eftir metinum. “Eingin órsøk til at svimja skjótt, so hann slappar av, svimur bert fyri at vinna”. Pál burdi annars kunnað svomið óhugnaliga skjótt, nú hann betraði seg 12 sekund í 400 frí; tí 12 sekund yvir 400 metrar er jú umleið tað sama sum 45 sekund yvir 1500. Føroyska metið hjá honum er 16:05.02, og tá hevði hann altso svomið umleið 15:20, sum er 7 sekund skjótari enn danska juniormetið og bara 8 frá teirra seniormet. Men í morgun svimur hann altso bara fyri at koma í finaluna í annaðkvøld. Continue reading Pál svimur 1500 frí í morgun
DM 2008: Annar dagur
Orsaka meg, eg havi verið upptikin av onkrum øðrum. Malan svam 50 bringu finalu í kvøld og gjørdi tað gott, um enn ‘bara’ við eini tíð sum lá í millum metini bæði hjá henni frá í gjár. 35.52 sekund, har hon í gjáramorgun setti føroyskt met við 35.79 og síðani um kvøldið aftur met við 35.34. Elspa valdi 100 frí frá í kvøld, hóast hon fekk triðbestu tíð í morgun. Hetta var sikkurt tí hon vildi spara seg til hálvfinaluna í 100 rygg, har hon hon so eisini varð nr 2 við 1:05.10. Continue reading DM 2008: Annar dagur
Danska OL landsliðið úttikið
Seint í gjárkvøldið komu boðini um at 4×200 frí kvinnustafettin hjá dønum slapp at luttaka á OL, og danska svimjisambandið hevur tí úttikið Micha Østergaard og Louise Jansen afturat, til at styrkja um stafettina. Danska svimjisambandið skrivar víðari, at Micha Østergaard hevði verið úttikin undir øllum umstøðum, vegna ógvuliga góð úrslit á svimjistevnu í Canet í Fraklandi… eisini hóast hesi úrslit vórðu fingin eftir at freistin var farin. Continue reading Danska OL landsliðið úttikið
2. dagur byrjaður
Tey eru komin forbí 800 frí og svimja nú 50 firvald, og um eina løtu eru tað so Mona sum skal svimja 100 rygg og Shaila sum skal svimja 100 frí. Elspa svimur eisini 100 rygg, við bestu tilmeldingartíð av øllum. Sí LiveTiming.dk
Myndir frá fyrsta degi av DM 2008
Jón Bjarnason hevur lovað mær at leggja hesar myndirnar á síðuna, frá fyrsta degi av DM 2008. Vinarliga biðið um loyvi beinleiðis frá honum, um tit ætla at nýta tær aðra staðni eisini.