Tey bæði Malan og Pál hava hvør í sínum lagi betrað um somu met sum tey settu so væl og virðiliga í morgun. Malan við at fara frá 36.90 til 35.79 og síðani 35.34 í 50 bringu, og Pál við at fara frá 4:06.37 yvir 3:57.17 til 3:54.50 í 400 frí. Shaila svam eisini heilt uppat sínum meti frá í morgun í 50 bringu, tá ið hon í kvøld svam 29.83 har metið í morgun var 29.80.
Serliga stórt er tað altso at metið hjá Pál er yvir 1½ sekund skjótari enn danska juniormetið, ið sjálvur Jacob Carstensen eigur. Legg saman at Pál er juniorur enn, og at Jacob seinni varð heimsmeistari í hesu grein, um enn á stuttbana heldur enn á langbana (Ikki at tað er nakað problém fyri Pál, tí hann svimur (enn) betri í stuttum hyli enn í langum). Metið merkir eisini at Pál nú sníkir seg upp á eitt trygt annaðpláss í greinini á evropeiska styrkislistanum fyri juniorar í ár. Hann er sum kunnugt nr 1 í 800 og 1500 frí í stuttum hyli, men nú ger hann seg so galdandi eisini á langbana.
Nú havi eg onga mynd frá kappingini í Danmark hesuferð, men ‘ómiddelbart’ kemur hendan mær til hugs, av teimum báðum Pál og Maluni, sum tað vónandi er í lagi at eg láni av heimasíðuni hjá Susvim eina løtu 🙂