Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald

So er fyrsti partur av Danish Open avgreiddur, og tað gekk bara heilt hampuligt hjá okkara svimjarum. Elspa Mørkøre og Pál Joensen eru sum væntað komin víðari til finalurnar í ávíkavist 200 og 400 frí, seinnapartin, og unga Astrið Foldarskarð úr Svimjifelagnum FLOT kláraði at svimja 30.92 í 50 firvald, har kravtíðin til Oyggjaleikir á Álandi var… 30.92.

DSC_0250

(Astrið Foldarskarð, savnsmynd frá Klaksvík National í mars 2008)
Continue reading Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald

Føroyingarnir trygdarlendu í Føroyum

Tiltikna ferðahepnið hjá Jón Bjarnasyni má hava verið uppá spæl aftur í morgun, tá ið SuSvim svimjararnir og Astrið úr FLOT fóru úr Vágum í øllum góðum, fyri síðani at skula lenda aftur í Vágum, tí at eitt hjól ikki vildi fara upp á pláss. Nú eru tey tí enn í Vágum, til einaferð kl 16 seinnapartin, og mugu so eftir øllum at døma taka taxa úr Keypmannahavn til Esbjerg í kvøld.

Upptakt til Danish Open 2009

Týsmorgunin byrjar danska meistarastevnan í langhyli, har m.a. 12 føroyskir svimjarar skulu luttaka fyri svimjifeløgini SuSvim, FS, FLOT, Aalborg og WestSwim. Útlitini til heiðursmerki eru sum kunnugt rættiliga góð, serliga hjá Elspu Mørkøre og Pál Joensen, og hartil er stevnan sum heild ógvuliga týðandi hjá øllum okkara luttakandi føroyingum, við tað at hon er ein av síðstu kjansum at klára kravtíðir til Oyggjaleikir og HM í summar.
Continue reading Upptakt til Danish Open 2009

Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni

DSC_0133Jaked draktirnar vóru kanska ikki akkurát tær vakrastu á EM í Kroatia, men rigga tó væl allíkavæl. Í øllum førum hevur onkur venjari forklagað seg yvirfyri Craig Lord her á SwimNews, at hetta merkið varð nýtt til at seta 22 av 23 metum á sveisisku meistarastevnuni herfyri, har til dømis allir finalistar í 100 og 200 bringu brúktu Jaked, við eini meðal betring á 4 sekund í part. Draktin er vátdrakts-líknandi sum BlueSeventy, og nú hótta tey við at tær eisini verða at síggja á donsku meistarastevnuni í næstu viku, har nógvir føroyingar sum kunnugt fara at luttaka.
Continue reading Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni

Startlistin til Danish Open er klárur

Startlistin til donsku meistarastevnuna í 50 metra hyli sæst her á svoem.dk, við rættiliga góðari føroyskari luttøku. Størstu dansk/føroysku orrusturnar verða nokk í 400 og 1500 frí hjá monnum, har Pál er styrkismettur sum ávíkavist nr 3 og 2, og tryggasta heiðursmerkið í 800 frí, har Pál er nummar 1. Og hartil kunnu vit væl enn heppa uppá Elspu Mørkøre, sum er styrkismett sum nr 1 í 50 og 100 rygg, nr 2 í 200 rygg, og nr 3 í 200 og 400 frí
Continue reading Startlistin til Danish Open er klárur