Magnus 56.64 og føroyskt met í 100 rygg

Magnus Jákupsson setti í kvøld aftur føroyskt met og juniormet, tá ið hann saman við danska liði sínum VAT vann danmarksmeistaraheitið í 4×100 metra ryggsvimjing. Magnus sum fyrsti maður 100 rygg við tíðini 56.64, har føroyska metið og juniormetið hjá honum var 57.91. Tíðin var so logandi skjótari enn teir sum vunnu heiðursmerki hóskvøldið (1:02.03 til 1:03:11), og aftur heldur ikki so langt øgiliga frá Mathias Gydesen sum skal svimja hesa grein á OL, og sum í innleiðandi svam 55.84 ‘uttanfyri kapping’. Sí úrslitalista her.

Magnus hótti Gydesen í 200 rygg

Magnus Jákupsson vann sær aftur í gjár eitt danskt juniormeistaraheiti umframt eitt silvur í seniordeildini, tá ið hann á DM 2012 svam 200 metra ryggsvimjing uppá 2:04.31, bara 5 hundraðpartar aftanfyri OL-luttakaran Mathias Gydesen sum vann við 2:04.26. Nú er Gydesen ikki toppaður enn, og eisini meira til tað stutta rygg; men Magnus er kanska eisini eftirhondini eitt sindur slitin eftir fyrst fimm dagar EJM og síðani nærmast beinanvegin fimm á DM. Metini hjá Magnusi eru 2:04.12, sett á EJM í Antwerpen í síðstu viku. Sí úrslitalista her.

Magnus 1:55.21 og føroyskt met í 4×200 frí

Magnus Jákupsson setti í kvøld nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×200 liðsvimjing hjá VAT á donsku meistarastevnuni svam teinin uppá 1:55.21, har metið hjá honum áðrenn hetta var 1:57.59 frá Bellahøj Cup 2012. Teir fýra vunnu seniorbronsu og juniorgull, sí úrslitalista her.

Magnus tvær ferðir føroyskt met í 50 frí í dag

Magnus Jákupsson svam í morgun 50 metra frísvimjing uppá 23.88 sekund, sum er nýtt føroyskt met og juniormet í mun til teir 23.90 sum hann svam á EJM 2011. Og í kvøld trýsti hann so metini enn meira niður í finaluni, tá ið hann danskt juniorsilvur við tíðina 23.48 sekund.

Magnus 2:06.92 og stórt nýtt føroyskt met í 200 blandað

Magnus Jákupsson hevur í morgun simpult hen útraderað føroyska metið og juniormetið í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á donsku meistarastevnuni í morgun svam teinin uppá 2:06.92, har metið hjá Páli Joensen frá RIG 2009 var 2:12.79, og kravtíðin til at seta juniormet 2:19.14. Magnus var skjótastur av teimum 43 sum luttóku í innleiðandi riðlunum í morgun, umfatandi millum annað Chris Christensen og OL-luttakararnar Daniel Skaaning, Mads Glæsner og Anders Lie. Finalan er seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

DSC_5135[1]

Magnus 51:91 og føroyskt met í 100 frí á DM 2012

Magnus Jákupsson svam seg eisini til nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra frísvimjing, tá ið hann sum fyrsti maður í 4×100 frí liðsvimjingini hjá VAT svam sín part uppá 51.91, har føroyska metið og juniormetið hjá Heðini L. Olsen frá EM 2012 í apríl var 53.37. So statt hava føroyingar sett 17 føroysk met og 23 juniormet uppá 7 dagar, á EJM, NMU og nú DM. Sí úrslitalista her.

Magnus 26.34 og føroyskt met í 50 rygg

EJM og NMU eru nóg illa avgreidd, so eru føroyingar aftur í gongd, hesuferð á donsku meistarastevnuni á langgeil. Í fyrstu finalu vann Frans Johannesen 800 frí við tíðini 8:27.39 frammanfyri Mikkel Johansen á 8:28.04 og Mathias Hvid á 8:34.77, sum merkir at Frans er danskur seniormeistari; og nakað seinni vann Magnus Jákupsson 50 rygg frammanfyri Chris Christensen á 27.07 og Lasse Vestergaard á 27.09, sum merkir at Magnus er danskur seniormeistar við nýggjum føroyskum meti og juniormeti 26.34, har metið hjá honum áðrenn hetta var 26.53 frá EJM í vikuskiftinum. Umframt at hann gjørdist juniormeistari annaðhvørt tá ella í innleiðandi riðlunum um morgunin. Sí úrslit her á livetiming.dk.