Brot úr tíðindasendingini hjá Útvarpi Føroya (Kringvarpi Føroya) hin 4. juli 2013 klokkan 18:00. Prát við Pál Joensen og Rók í Jákupsstovu um donsku meistarastevnuna á langgeil 2013, um Barcelona 2013 og um Magnus Jákupsson.
Tag: DM 2013
Pál 1:50.63 og danskur meistari í 200 frí
Pál Joensen megnaði í dag at vinna sær enn eitt dansk meistaraheiti, tá ið hann í finaluni í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:50.63, frammanfyri silvurvinnaranum Daniel Skaaning á 1:50.85 og bronsuvinnaranum Sebastian Ovesen á 1:53.50. Tað var annars Skaaning sum legði harðast út, so at hann lá eitt hálvt sekund ella hálva kroppslongd frammanfyri Pál eftir 100 og 150 metar, men Pál kom so aftur síðstu metrarnar. Sí úrslitalistan her.
Splitt-tíðir
Pál 26.67 – 28.21 – 28.29 – 27.46
Daniel 26.55 – 27.75 – 28.26 – 28.29
Teir báðir Magnus og Pál megnaðu harvið at vinna tilsamans 5 gullheiðursmerki á DM 2013, í teimum 7 kappingunum sum teir luttóku í; Magnus í 50, 100 og 200 rygg, og Pál í 200 og 400 frí. Pál svam eisini skjótast í 800 frí, men svam har vegna ov seina tilmelding ‘uttanfyri kapping’, og Magnus varð nummar fimm í 50 firvald, umframt at vera við til at vinna gull í 4×100 blandað og silvur í 4×100 frí. Magnus var tað mannfólkið sum vann mest á DM 2013.
Pál 1:53.57 og bestu tíð í innleiðandi 200 frí á DM 2013
Pál Joensen svam seg í morgun víðari til finalu seinnapartin, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 200 metra frísvimjing á donsku meistarastevnuni á langgeil svam bestu tíð av teimum 64 sum luttóku, 1:53.57 har argasti kappingarneytin Daniel Skaaning svam 1:55.54. Allar súðir eru ikki syftar enn – Daniel Skaaning er nevniliga rættiliga skjótur á hesum stutta, og hevur fyrr koppað Páli á netupp hesum teini. Har eru aðrir eisini, sum til dømis Jacob Cartensen, gullvinnari í 400 metra frí á HM á stuttgeil í Gøteborg 1997; men tað verða nokk teir báðir Skaaning og Pál sum skulu kappast um gullið ‘live’ á dr.dk kl 17:15 danska tíð í dag.
Magnus 2:04.21 og gull eisini í 200 rygg á DM 2013
Magnus Jákupsson vann sær í dag sítt triðja gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:04.21, 6 hundraðpartar frammanfyri silvurvinnaranum Andreas Schiellerup á 2:04.27. Magnus var annars aftanfyri bæði við 50, 100 og 150 metrum, men megnaði altso at hála seg framum Schiellerup, seinastu longdirnar. Magnus vann harvið allar tríggjar tær gjørligu ryggkappingar; 50, 100 og 200 rygg. Sí úrslitalistan her.
Í morgin er tað Pál sum skal royna seg í 200 frí, á síðsta degi av DM 2013.
(Magnus og NTC-venjarin Shannon Rollason eftirmeta 200 metra rygg finaluna á DM 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Magnus 2:09.35 og 3. bestu tíð í innleiðandi 200 rygg á DM 2013
Magnus Jákupsson luttók í morgun í innleiðandi riðlunum í 200 metra ryggsvimjing á donsku meistarstevnuni á langgeil, og svam hann har triðbestu tíð av teimum 24 sum luttóku, 2:09.35 aftanfyri Mads Knoblauch á 2:08.06 og Kevin Witt Christensen á 2:08.98. Hann er tí víðari til finalu seinnapartin, har teir fara at svimja um heiðursmerki. Sí úrslitalistan her.
Eingin føroysk luttøka á DM 2013 í dag
So vítt eg dugi at lesa burtur úr startlistunum, so kappast hvørki Magnus Jákupsson ella Pál Joensen á donsku meistarastevnuni í dag. Magnus er sambært vælvitandi keldum enn merktur av at hava ligið við fepri í vikuskiftinum, og vinnaratíðin í 100 rygg í gjár var tí heldur ikki heilt sum ætlað, hóast tað var persónligt met. Pál bíðar til 200 metrar frí, leygardagin.
Soleiðis sum eg skilji tað, so skal Magnus svimja 200 rygg í morgin fríggjadag, har hann hevur bestu tilmeldingartíð, og Pál 200 frí leygardagin har hann hevur nágreiniliga somu (bestu) tíð sum Daniel Skaaning. Til nú hevur Magnus vunnið gull í 50 og 100 rygg við persónligum metum, og Pál gull í 400 frí umframt at hann vegna ov seina tilmelding svam bestu tíð av øllum men ‘uttanfyri kapping’ í 800 frí.
Tveir føroyskir gullvinnarar á donsku meistarastevnuni á langgeil 2013
Pál 3:54.17 og gull á DM 2013
Pál Joensen varð í dag danskur meistari í 400 metra frísvimjing, tá ið hann á DM á langgeil í Bellahøj í Keypmannahavn vann finaluna í tíðini 3:54.17, frammanfyri silvurvinnaranum Daniel Skaaning á 3:59.58 og bronsuvinnaranum Laust Moesgaard á 4:06.61. Tað var ongantíð nakar ivi um hvør sum at fór at vinna; Skaaning datt hálva kroppslongd afturum Pál longu fyrstu longdirnar, og lá so har upp til 200 metrar, tá ið Pál fór at draga meira og meira frá. Hinir vóru væl aftanfyri. Sí úrslitalistan her.
Magnus 55.99 og gull eisini í 100 rygg á DM 2013
Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann svam teinin uppá 55.99 sekund, frammanfyri Andrias Schiellerup á 56.36. Har var ongantíð nakar ivi um hvør sum fór at vinna; Magnus hevði betra startin og førdi við 27.00 ímóti teimum 27.81 hjá Schiellerup eftir 50 metrum, og hin vann so eitt sindur inn aftur men ikki nokk teir síðstu 50 metrarnar. Magnus hevur nú vunnið bæði 50 og 100 rygg á DM 2013. Sí úrslitalistan her.
(Jákup Jacobsen eigur myndina)
Pál og Magnus báðir bestu tíð í innleiðandi á DM 2013 í morgun
Teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson seta so avgjørt síni fingramerki á donsku meistarastevnuna á langgeil, nú teir aftur í morgun vóru skjótastir av øllum í sínum kappingum. Fyrst svam Pál 4:00.76 í innleiðandi riðlunum til 400 metra frísvimjing, har hin næstskjótasti svam 4:10.01, og síðani svam Magnus 57.67 í innleiðandi riðlunum til 100 metra ryggsvimjing, har hin næstskjótasti svam 59.21. Teir eru tí sjálvsagt víðari til finalu, seinnapartin, við góðum møguleika at vinna sær heiðursmerki.
Finalurnar byrja klokkan 17 danska tíð, sum er kl 16 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar sum ‘live stream’ her á dr.dk.
(Jákup Jacobsen eigur myndina)