Magnus 54.45 og føroyskt met í 100 rygg á stuttgeil

Magnus Jákupsson megnaði eisini seinnapartin í gjár at seta føroyskt met og juniormet, tá hann í kappingini 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 54.45 sekund, á donsku meistarastevnuni fyri lið. Harvið ein stórur biti tikin av føroyska metinum hjá honum frá NJM 2011, sum var 55.01. Sí úrslitalista her.

Magnus

Magnus 25.22 og nýtt føroyskt met í 50 rygg

Magnus Jákupsson hevur í morgun sett nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á stuttgeil, við tíðini 25.22 har metið hjá honum var 25.50 frá stevnu í St. Dizier í november í fjør. Hetta var sum liður í donsku meistarastevnuni fyri lið í ‘liga-deildini’ (tað er besta deildin í Danmark), og merkisvert er at hetta eisini er skjótari enn danska juniormetið hjá Mathias Gydesen frá 2006, á 25.31. Sí úrslitalistan her.

Magnus Jákupsson á Danish Open

(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)