Pál Joensen reyk langt undir 15 min í 1500 !!!

Nýggja met tíðin hjá Páli Joensen er 14:49.34. Hann setti harvið nýtt danskt junior met og ognaði sær tvey gull heiðursmerki aftrat. Gamla metið (14:50.72) átti Mads Glæsner. Anders Lie gjørdist nr 2 við tíðini 15:16.38.
Continue reading Pál Joensen reyk langt undir 15 min í 1500 !!!

Kári svam 100 blandað í morgun

Kári luttók í teimum innleiðandi riðlunum í 100 blandað í morgun. Tíðin hjá honum varð 1:03.40. Tilmeldingartíðin hjá Kára var 1:02.01. Kári lá væl fyri í sínum riðli og vendi sum nr 2 aftaná rygg svimjingini við tíðini 27.76 bara 5/100 sek aftanfyri Marcus Bak úr Allerød, men dragnaði síðani afturum hinar mótir endanum.

Elspa setti met við West Swim í 4 x 50 blandað

Elspa legði hart út fyri ‘:-) Wes Damer’, tá ið tær settu nýtt danskt senior met í 4 x 50 blandað. Gull tíðin hjá West Swim damunum var 1:54.00, meðan Elspa sjálv svam 50 rygg á 28.04. Malan og genturnar úr Aalborg blivu nr 10 við tíðini 2:05.58. Tíðin hjá Maluni var 35.95 í 50 bringu.

Draktin skrædnaði hjá Kára

Óhepnið var eftir Kára í kvøld, tá ið hann skuldi svimja hálvfinalu í 100 rygg. Spildurnýggja draktin skrædnaði, so at vatn fyltist í hana; og hann svam tí ‘bara’ teinin við tíðini 59.32, har hann í innleiðandi í morgun svam 58.48. Teir 59 rukku bara til eitt tólvtapláss, og Kári kom tí ikki í finaluna.

Pál vann silvur í 200 frí og nýtt junior met

Mads Glæsner vann gull í 200 frí. Mads førdi frá byrjan til mál við Pál undir liðini allan vegin. Vinnaratíðin hjá Mads Glæsner var 1:45.55, sum er nýtt danskt senior met [Jón viðmerkti hósdagin at Mads setti nýtt met í 4×200 við tíðini 1:45.53]. Pál setti nýtt danskt/føroyskt/persónligt/Suðuroyar/evropeiskt? junior met við tíðini 1:47.13. Kappingin um 3. plássið var tøtt millum Johan Peen (Birkerød), Frederik Siem (Farum) og gamli junior met haldarin Jon Rud (West Swim). Aftaná 50 m lá Johan nr 3, men so vendi Frederik sum nr 3 við 100 inntil Jon Rud tók yvir 3. plássið tær seinastu 50-100 m.

(Myndin er av Páli, Mads Glæsner, Frederik Siem og Jon Rud, sum Jón Bjarnason tók fyrr í ár)

Pál setti nýtt danskt junior met í 200 frí

Ífylgi livetiming.dk setti Pál Joensen nýtt danskt junior met í 200 frí við tíðini 1:48.25. Men tað er allarhelst tí, at met listin á livetiming.dk ikki er dagførdur, tí Pál svam skjótari í gjár. Tíðin var eisini tann besta í teimum innleiðandi kappingunum. Meira er at lesa á Susvim.com. Undir øllum umstøðum verður tað ein gysari millum Mads Glæsner, Pál og co, tá finalurnar byrja kl 16.30 føroysk tíð. Fyrst verður stafett í 4×50, síðani finalan hjá kvinnum í 200 frí (Elspa) og aftaná verður tað 200 frí finalan hjá monnum (Pál), soleiðis sum eg havi skilt skránna.