Elspa var millum tær bestu í 200 frí í morgun og slapp víðari til hálvfinalurnar í kvøld. Hennara tíð var 2:04.53. Tilmeldingartíðin hjá Elspu er 2:03.15.
Tag: dmk 2008
Hálvfinalupláss til Kára í 100 rygg
Elspa víðari til hálvfinaluna í 100 rygg
Tær báðar Elspa Mørkøre (WestSwim) og Pernille Larsen (AGF) halda á við at dominera í rygg svimjingini. Pernilla svam besta tíð í morgun (1:01.58), meðan Elspa fekk næstbestu tíð (1:03.36) í teimum innleiðandi riðlunum. Mie Refn úr Farum svam triðbesta tíð (1:04.10). Pernille Larsen og Mie Refn minnast vit frá NJM 2007. (mynd: Pernille Larsen)
Pál 1:47.38 í 200 frí (!)
Tað rakk ikki til heiðursmerki, nú Pál Joensen legði út fyri Aalborg Svømmeklub í 4 x 200 frí, men splitt-tíðin hjá honum á 1:47.38 er so væl og virðiliga føroyskt met. Danska juniormetið hjá Jon Rud frá 2004 var 1:48.69, og harvið eru danir nú í teirri óhepnu støðu, at ein føroyingur eigur danska juniormetið. Jacob Carstensen eigur seniormetið, sum er 1:45.56, frá 1998.
Pál skal svimja 200 frí aftur í innleiðandi í morgin árini, ímóti millum aðrar Jon Rud og Mads Glæsner. Hann hevur nú næstbestu tíð, um man samanber við tilmeldingartíðirnar hjá hinum, har Jon Rud hevur tilmeldingartíð 1:46.93, Emil Dall-Nielsen 1:47.89, og Mads Glæsner 1:48.51.
Pál nummar eitt í 800 frí
Pál Joensen úr Vági kann nú eisini kalla seg danskur meistari í 800 frí, eftir at hava svomið teinin í tíðini 7:54.25 beint nú, við Anders Lie á øðrum plássi við tíðini 8:01.59, og Jonas Hansen á triðjaplássi vid 8:03.72.
Continue reading Pál nummar eitt í 800 frí
Elspa silvur í 200 blandað
Hon fylgdi alvorliga væl við Louise Jansen gjøgnum firvald og rygg, men misti so nøkur sekund í bringusvimjingini. Var aftanfyri Katrine Holm Sørensen eina løtu, men fekk tó svomið seg til eitt silvurheiðursmerki allíkavæl.
Elspa vann silvur í 200 rygg
Tíðin hjá Elspa var 2:15.90. Pernille Larsen úr AGF vann gull sannførandi við tíðini 2:07.44 og setti samstundis dansk junior met.
Mona legði hart út í 400 frí
Mona legði hart út í 400 frí innleiðandi. Aftaná 100 m vendi hon fyrst í sínum riðli við tíðini 01:03.89, men dragnaði so aftur og endaði nr 6 í riðlinum við tíðini 4:31.23. Hennara tilmeldingartíð var 4:27.96. Tríggjar úr riðlinum (Lotte Friis, Kristine Skou og Trine Friis – allar úr Allerød) fóru víðari til finaluna.
Elspa og Katrine víðari í 200 blandað
Elspa (West Swim) svam seg í finaluna í 200 blandað við tíðini 2:22.23. Hennara tilmeldingartíð var 2:16.94. Í finaluni sleppur hon at svimja mótir favorittinum og lokal kappingarneytanum Katrine Holm Sørensen úr Swim Team Esbjerg. Katrine svam besta innleiðandi tíð: 2:16.93. Katrine minnast vit eisini frá NJM í fjørð. Tá vann hon 200 blandað við tíðini 2:21.68.
Kári aftastur í 50 frí
Tað gekk ikki væl hjá Kára í morgun. Í 50 frí kom Kári á mál við spakuligasta tíðini av teimum 55 svimjarunum, ið gjøgnumførdu innleiðandi riðlarnar. Tíðin hjá Kára var 25.90. Tilmeldingartíðin hjá honum var 24.89. Frederik Siem Pedersen, sum fólk muga minnast frá NJM í fjørð, tók ivaleyst fleiri av bóli tá hann svam bestu tíð og setti danskt junior met við tíðini 22.82.