Kári megnaði ikki at kvalifisera seg til finaluna í 200 rygg. Tíðin hjá honum var 2:12.26. Kári hevði annars 6. bestu tilmeldingartíð (2:05.13) og svam tær fyrstu 50 metrarnar rættiliga skjótt (30.25), men ferðin var øgilig á 4 teimum fremstu í hansara riðli. Marcus Bak (Allerød), Anders Møller (Haderslev) og Mads Jensen (Birkerød) svumu allir seg í finaluna. Tá ið av tornaði varð Kári aftastur í sínum riðli.
Tag: dmk 2008
Elspa víðari við næstbestu tíð í 200 rygg
Malan svam seg til hálvfinalu í 100 bringu
Malan megnaði fyri løtu síðani at kvalifisera seg til hálvfinalunar í 100 bringu. Tíðin hjá henni, 1:17.25, varð nakað frá hennara tilmeldingartíð, 1:15.04, men tað varð nóg mikið til eitt hálvfinalu pláss. Hon svam í 5. og síðsta riðli mótir favorittinum Rikke Møller Pedersen úr Frem Odense, sum svam besta tíð í morgun (1:09.85).
Skráin í dag, 23. oktober
Danmarks Mesterskaberne på Kortbane byrja við innleiðandi riðlum nú kl 09:30 danska tíð (t.e. 08:30 føroyska), og fylgjast kann við ‘live’ á livetiming.dk. Føroyingar eru við í fylgjandi kappingum í morgun…
- 1) 100 bringu – Malan Bærendsen
- 3) 200 rygg – Elspa Mørkøre
- 4) 200 rygg – Kári J. á Høvdanum
- 8) 50 frí – Kári J. á Høvdanum
- 9) 200 blandað – Elspa Mørkøre
- 11) 400 frí – Mona Simonsen
- 12) 800 frí – Pál Joensen
Hartil er Pál Joensen mest sannlíkt við í 4 x 200 frí hjá Aalborg Svømmeklub (t.e kapping 13), og Elspa við í 4 x 50 frí hjá West Swim.
Continue reading Skráin í dag, 23. oktober
Spennandi dagar fyri framman
Í morgin byrja “Danske Mesterskaber på Kortbane”, har Kári J. á Høvdanum luttekur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, og Mona, Shaila, Malan og Pál luttaka fyri Suðuroyar Svimjifelag. Í ovurmorgin byrjar árliga “Køge Open”, har luttakandi føroysku feløgini í ár eru Fuglafjarðar Svimjifelag og FLOT. Og leygardagin er so árligi aðalfundurin hjá Svimjisambandi Føroya, har tey óivað fara at kunna bæði fegnast og keglast um farna árið.
Continue reading Spennandi dagar fyri framman
Nýggjur startlisti til DMK
Danir hava nú lagt út ein nýggjan startlista til “Danske Mesterskaber på Kortbane”, har onkur tilmelding er strikað, onkur onnur rættað, og onkur svimjari enntá lagdur afturat. Broytingar sum ávirka plaseringarnar hjá føroyingum (og Ørn) eru:
- at besti svimjari í 200 rygg nú er spanski Ascwin Wildeboer (1:52.70), og Kári tí nú er svimjarin við 7. bestu tilmeldingartíð, heldur enn 6. bestu
- at Kári nú er seedaður sum nr 37 heldur enn 38 í 50 frí. Hartil stendur ‘SCR’ út fyri Ørn, sum vist nokk merkir ‘Scratch’ (altso at hann meldar frá)
- at Ascwin Wildeboer eisini svimur 100 rygg (50.96), og Kári tí nú hevur 4. bestu tilmeldingartíð, heldur enn 3. bestu
- at Ørn Arnarson meldar frá 50 firvald ? (aftur stendur SCR út fyri Ørn)
- at Ascwin Wildeboer eisini svimur 100 blandað (55.40). Aðrar frámeldingar gera tó, at Kári flytir frá 32. bestu tilmeldingartíð til 31.
- at Ascwin Wildeboer svimur 50 rygg (23.71), og SCR stendur út fyri Ørn. Kári hevur enn 9. bestu tilm.tíð, um vit síggja burtur frá hasum við Ørn
Startlistin til DMK er klárur: Pál og Elspa liggja til gullheiðursmerki
Danska Svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til “Danmarks Mesterskaberne på Kortbane”, sum verða tann 23. til 26. oktober 2008, og aftur hesuferð luttaka føroyingar. Fyri Fuglafjarðar svimjifelag luttekur Kári J. á Høvdanum, meðan Suðuroyar svimjifelag sendir Pál Joensen og Maluna Vitalis Bærendsen at luttaka sum partur av liðnum hjá vinarfelagnum Aalborg, og Monu Simonsen og Shailu millum Garðarnar at luttaka fyri SuSvim. Hartil luttekur Elspa Mørkøre sum ‘fullblóðs-dani’ fyri West Swim, og íslendski Ørn Arnarson svimur eisini fyri Aalborg. Av sonnum ein maktdemonstratión úr Norðuratlantshøvum.
Continue reading Startlistin til DMK er klárur: Pál og Elspa liggja til gullheiðursmerki