Danska meistarastevnan á stuttgeil byrjar í morgin

Danir hava sum kunnugt sína meistarastevnu á stuttgeil nú í hesari vikuni, frá í morgin og til einaferð sunnudagin. Hon er avgerandi fyri donsku úttøkuna til NJM í Reykjavík og EM á stuttgeil í Stettin, og hartil verður tað eyka spennandi fyri okkum føroyingar, at sleppa at síggja Magnus Jákupsson í dysti ímóti dønum, fleiri ferðir styrkismettur til at enda ovarlaga í rúgvuni. Fylgið við á til dømis www.svimjing.com/live, frá í morgin klokkan 08:30.

Watch live streaming video from sportdk at livestream.com

Live stream frá DMK í Thisted verður slóðbrótandi gott

Danska meistarastevnan á stuttgeil verður í Thisted nú í komandi viku, frá hósdegi 24. til sunnudag 27. november 2011, við luttøku av millum øðrum av okkara Magnusi Jákupssyni. Og tey eru røsk har yviri í Thy, nú tey lova okkum mest umfatandi ‘live stream’ frá danskari svimjistevnu nakrantíð, við topp-professionellari framleiðslu, viðmerkjarum í høllini, møguleika at chatta og hava live timing afturvið. Til at hjálpa sær hava tey fingið lokalu fyritøkuna Streamfactory, sum eftir øllum at døma eru við at vera eitt heimsnavn innanfyri ‘live stream’ framleiðslu av ítrótti. Via SwimNews.dk

Útlit til heiðursmerki til Magnus á DMK

Tað sær bara gott út hjá Magnusi Jákupssyni, nú danska meistarastevnan og juniormeistarastevnan á stuttgeil verður í Thisted hin 24. til 27. november 2011. Næstbestu tíð millum juniorarnar í 100 blandað, bestu í 100 rygg, bestu í 50 frí, triðbestu í 200 blandað, næstbestu í 50 firvald, bestu í 50 rygg, næstbestu í 100 frí, næstbestu í 200 rygg og næstbestu í 100 firvald. Hartil triðbestu eisini sum seniorur í 100 rygg, fjórbestu í 50 frí, næstbestu í 50 rygg og fjórbestu í 200 rygg.

Magnus