Brot úr ítróttarsendingini “3-2” hjá Kringvarpi Føroya hin 24. november 2014, um hví Pál valdi at melda frá einum rættiliga vissum gullheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing á donsku meistarastevnuni á stuttgeil. Upprunabrotið sæst her á kvf.fo
Tag: DMK 2014
Pál um avgerðina at strika 1500 frí á DMK 2014
Danska svimjiheimasíðan svoem.dk prátaði við Pál Joensen í gjár, um luttøkuna nú á donsku stuttgeilameistarstevnuni 2014, og um luttøkuna á HM í Doha nú um góða viku. Um avgerðina at strika 1500 frí sigur Pál, at hann føldi seg ikki heilt væl í gjár, og valdi tí at ikki risikera nakað so stutt upp undir Doha.
Magnus 53.34 og gull í 100 firvald á DMK 2014
Magnus Jákupsson svam seg í kvøld til sítt fimta gullheiðursmerki á donsku stuttgeilameistarastevnuni 2014, tá ið hann í finaluni í 100 metra firvald svam teinin uppá 53.34, frammanfyri Anton Bromer á 53.59 og Magnus Sloth Poulsen á 54.03. Magnus hevur afturat hesum vunnið gull í eisini 100 rygg og blandað, og 50 rygg og firvald, umframt bronsu í 50 og 100 frí. Pál Joensen skuldi eftir røttum hava luttikið í finaluni í 1500 metra frísvimjing, men bar seg undan.
Magnus og Pál í finalu seinnapartin
Síðstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir á donsku stuttgeilameistarastevnuni í morgun, har Magnus Jákupsson og Emma Festirstein Nystrøm eisini royndu seg. Magnus hevði triðbestu tíð í 100 firvald, og er tískil í finaluni seinnapartin, meðan Emma við 5:10.12 svam seg til eitt 26. pláss í 400 blandað, og við 2:09.43 svam til eitt 31. pláss í 200 frí. Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 1500 frí, har besti riðilin verður svomin seinnapartin.
(Emma Festirstein Nystrøm á DMK 2014. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Magnus bronsu í 100 frí á DMK 2014
Magnus Jákupsson flutti eitt pláss í DM-finaluni í 100 metra frísvimjing í kvøld, í mun til sítt 4. pláss aftaná innleiðandi í morgun, og vann bronsu við tíðini 49.66 aftanfyri Frederik Siem Pedersen á 48.48 og Magnus Westermann á 49.18. Frans Johannesen varð nummar 4 við tíðini 49.73. Sí úrslitalistan her.
Magnus og Viktor Bromer á DMK 2014. Jákup Jacobsen eigur myndina.
Magnus og Frans í DM-finalur aftur í dag
Teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen kvalifiseraðu seg aftur í morgun til finalur á donsku meistarastevnuni á stuttgeil; Magnus við 4. bestu tíð í 100 frí, og Frans við 5. bestu í 100 frí umframt 3. bestu í 50 bringu.
Magnus og Frans á DMK 2014. Jákup Jacobsen eigur myndina.
Magnus 2 gull afturat á DMK 2014
Magnus Jákupsson vann sær tvey donsk meistaraheiti afturat, tá ið hann á donsku meistarastevnuni á stuttgeil í kvøld vann finaluna í 50 metra firvaldasvimjing við tíðini 24.08, og finaluna í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 24.86. Frans Johannesen svam eisini DM-finalu í kvøld, og varð hann har nr 5 í 200 metra frísvimjing við tíðini 1:49.23.
Magnus og Viktor Bromer á DMK 2014. Jákup Jacobsen eigur myndina.
Magnus og Frans í finalur aftur í dag
Magnus Jákupsson svam seg í morgun í tvær finalur afturat á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi 50 firvald svam bestu tíð, og í innleiðandi 50 rygg næstbestu aftanfyri bretska Marco Louchran. Frans Johannesen svam seg í finalu í innleiðandi 200 frí, við sættbestu tíð av teimum sum luttóku har.
(Magnus og Frans á DMK 2014. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Emma Festirstein Nystrøm royndi seg í innleiðandi 200 blandað og 100 bringu, har hon í 200 bringu svam seg til eitt 23. pláss, og í 100 bringu til eitt 56. pláss.
(Emma á DMK 2014. Jákup Jacobsen eigur myndina)
5 heiðursmerki til føroyingar, fyrsta dag á DMK 2014
Fyrstu finalur vóru í kvøld á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, og gekk tað bara heilt gott hjá føroyingunum. Magnus Jákupsson vann gull í bæði 100 metra blandaðari svimjing og 100 metra ryggsvimjing, umframt bronsu í 50 metra frí. Pál Joensen vann gull í 400 metra frísvimjing, meðan Frans Johannesen vann bronsu í somu grein.
Myndir © Jákup Jacobsen 2014