Heiðursmerkir til føroyingar á DM á stuttgeil 2017

Her lista vit upp heiðursmerki vunnin av føroyingum á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017, íroknað hjá teimum av føroyskum uppruna sum ikki hava føroyskan svimjitjóðskap.

Tilsamans vunnu teir eini 5 gullheiðursmerkir og 2 úr silvuri, umframt at Magnus og Frans kvalifiseraðu seg sum danir til EM á stuttgeil 2017.

Continue reading Heiðursmerkir til føroyingar á DM á stuttgeil 2017

Óli 15:12.12 og silvur á DM á stuttgeil 2017

Tey hava akkurát avgreitt skjótasta riðil í 1500 metra frísvimjing, á DM á stuttgeil 2017 í Greve, og megnaði Óli Mortensen har at vinna eitt silvurheiðursmerki, í spennandi dysti ímóti Alexander Aslak Nørgaard úr Birkerød.

Continue reading Óli 15:12.12 og silvur á DM á stuttgeil 2017

Góð útlit fyri heiðursmerki til Óla og Magnus á DM á stuttgeil, seinnapartin

Teir báðir Magnus Jákupsson og Óli Mortensen liggja væl fyri til at taka heiðursmerki, nú seinnapartin, tá ið finalurnar verða avgreiddar á DM á stuttgeil 2017 í Greve.

Continue reading Góð útlit fyri heiðursmerki til Óla og Magnus á DM á stuttgeil, seinnapartin

DM-K 2017: Alvi og Frans í A-finalu í 400 blandað

Tey eru nú í gongd við næsta dag á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017, har Alvi Hjelm og Frans Johannessen fyri løtu síðani royndu seg í innleiðandi 400 blandað. Og tað gekk bara væl – báðir komu víðari til besta riðil í kvøld, Frans eftir enntá við risa persónligum meti.

Continue reading DM-K 2017: Alvi og Frans í A-finalu í 400 blandað

DM-K 2017: Óli 7:53.68 og gull í 800 frí

Óli Mortensen vann fyri løtu síðani gull á donsku meistarastevnuni á stuttgeil 2017 – og Frans Johannessen silvur – tá ið finalan í 800 metra frísvimjing fyri menn varð avgreidd. Tíðin 7:53.68 er stórt nýtt persónligt met hjá Óla, í mun til hansara 7:57.56 frá tá ið hann vann gull í somu grein á DM á stuttgeil í fjør.


Continue reading DM-K 2017: Óli 7:53.68 og gull í 800 frí

DM-K 2017: Magnus Jákupsson 53.63 í 100 blandað og undir kravið hjá dønum til EM á stuttgeil 2017

Magnus Jákupsson royndi seg fyri løtu síðani í DM-finaluni í 100 metra blandaðari svimjing, og vann har silvur við tíðini 53.63, har kravið hjá dønum til EM á stuttgeil 2017 er 53.83.

Daniel Skaaning vann gull við nýggjum donskum meti á 53.17, sum merkir at hann sjálvsagt eisini er úttikin til hesa grein á EM á stuttgeil 2017, sum verður í Keypmannahavn hin 13. til 17. desember.

úrslitalistan her.

DM-K 2017: Alvi 8:10.12 í 800 frí, Óli og Frans beint í skjótasta riðil í kvøld

Alvi Hjelm royndi seg fyri løtu síðani í 800 metra frísvimjing, á DM á stuttgeil 2017 Greve, og svam har teinin uppá 8:10.12. Besta tíð hjá honum nakrantíð er 8:08.37 frá DM í Gladsaxe í 2013, har hann tó seinastu árini serliga hevur miðsavnað seg um miðaltein og blandað.

Óli Mortensen svam ikki hendan teinin í morgun, tí at teir átta við bestu tilmeldingartíðum bíða til tann væntaða skjótasta riðil í kvøld. Og her hevur Óli so bestu tilmeldingartíð av øllum, 7:57.56 frammanfyri næstskjótasta Mads Holm á 8:06.13, og Frans Johannessen á 8:07.66.