Cecilia Wigant Eysturdal er bara ófør, tí eftir at hava vunnið Ólavsøkusvimjingina fyri kvinnur og Nólsoyarsvimjingina fyri øll, so fer hon nú luttaka á donsku og norðurlendsku meistarastevnuni í havsvimjing, á Amager strond Kastrup. Og tað er ein nokk so hektisk skrá (í øllum førum fyri okkum sum ikki plaga at svimja so langt), tí í morgin fríggjadag skal hon luttaka í 5 kilometrar svimjing, og í ovurmorgin so eisini í 10 kilometrar svimjing. Kanska ein lætti hjá restina av okkara kvinnuligu havsvimjarum, at hasin Northface-jakkin tí er væl meira realistiskur ! 🙂
Vís Amager Open Water á einum størri korti