Norska svimjisambandið hevur lagt hesa video út frá finaluni í 1500 metra frísvimjing á HeimsMeistarastevnuni á stuttgeil 2014. Pál Joensen er svimjarin í hvítari hettu næsttættast okkum.
Tag: Doha 2014
Pál 14:26.54 og nr 4 á HM á stuttgeil 2014
Pál Joensen setti í kvøld nýtt føroyskt met og norðurlendskt met, tá ið hann á HeimsMeistarastevnuni á stuttgeil svam seg til eitt 4. pláss í finaluni í 1500 metra frísvimjing, við tíðini 14:26.54. Pál átti sjálvur føroyska metið á 14:32.15 frá World Cup í Berlin í 2009, meðan Mads Glæsner átti norðurlendska á 14:26.76 frá EM í Istanbul í 2009.
Her er ein samrøða við Pál aftaná finaluna. Hon er tikin upp í hasum økinum sum sæst á myndini omanfyri, har svimjarar fáa massagu og skifta og sovorðið, og eg helt tí ikki at tað var hóskandi at taka uppá video.
Óli 15:10.09 í 1500 frí á HM í Doha 2014
Óli Mortensen skar so gott sum 10 sekund av sínum persónliga meti í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á HM á stuttgeil í Doha í morgun svam teinin uppá 15:10.09. Áðrenn hetta var besta tíðin hjá honum 15:20.07, frá tá ið hann vann bronsu á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn í fjør.
Her er ein samrøða við Óla aftaná teir 1500. Har koyrir ein vaskimaskina aftur og fram aftanfyri okkum, men tit hoyra nokk allíkavæl 🙂
Pál 3:42.31 og nr 17 í 400 frí á HM í Doha 2014
Pál Joensen svam seg í dag til eitt 17. pláss í 400 metra frísvimjing á HM á stuttgeil 2014, tá ið hann í Hamdan Aquatics Centre í Doha svam teinin uppá 3:42.31. Besta tíð hansara er føroyska metið á 3:40.12, frá tá ið hann svam í ‘superdrakt’ á EM á stuttgeil í Istanbul í 2009, og besta tíð í stuttibuksum 3:41.05 frá EM í Stettin í 2011. Á HM á stuttgeil í Istanbul í 2012 svam hann 3:42.23, og á EM í Herning í fjør 3:45.74. Samanlagt varð Pál nú nr 17 av 80 luttakandi, har tunesiski ‘heimabanafavoritturin’ Oussama Mellouli akkurát kláraði í finaluna við 3:40.51 og 8. bestu tíð. Ungarski Peter Bernek svam allarskjótast í morgun, 3:37.34.
Her er ein samrøða við Pál her á hotellinum, aftaná svimjingina. Tit mugu umbera okkum fyri syrgiliga klavertónleikin í bakgrundini 🙂
Óli 3:52.16 í 400 frí á HM í Doha 2014
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt persónligt met, tá ið hann á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Doha svam 400 metrar frísvimjing uppá 3:52.16, í mun til hansara til nú bestu tíð á 3:55.51 frá úttøkustevnuni í november. Óli varð samanlagt nummar 50 av 80 luttakandi, sí úrslitalistan her.
Frans og teir nr 8 í finaluni í 4×200 frí
Frans Johannesen royndi seg í gjárkvøldið saman við danska liðnum í HM-finalu í 4×200 metra frísvimjing, har teir um morgunin høvdu svomið seg til eitt 7. pláss, og betrað um danska metið við yvir 13 sekundum.
Men tað riggaði tíverri ikki heilt so væl um kvøldið; teir svumu 3 sekund verri enn um morgunin, og endaðu á 8. plássi.
Cecilia 9:01.74 í 800 frí á HM í Doha 2014
Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir royndi seg í dag á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil 2014, sum er í Doha í Qatar. Og tað gekk bara væl; Cecilia betraði um sítt persónliga met í 800 metra frísvimjing frá 9:05.08 sum hon svam á FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða, til nú 9:01.74. Sí úrslitalistan her, Cecilia varð samanlagt nr 32 av 37 luttakandi.
Her er ein samrøða við Ceciliu aftaná 800 frí í morgun
Óli 4:30.82 í 400 blandað á HM í Doha 2014
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag luttók í dag í 400 metra blandaðari svimjing, har hann við tíðini 4:30.82 svam seg til eitt 37. pláss av 46 luttakandi. Óli eigur føroyska juniormetið á 4:30.51, frá Ægir-stevnu í november 2012. Sí úrslitalistan her.
Her er ein samrøða við Óla aftaná 400 blandað
Óli Mortensen 1:51.65 í 200 frí á HM í Doha 2014
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag royndi seg í morgun sum fyrsti føroyski svimjari á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil, sum er í Doha í Qatar í hesum døgum. Og tað gekk bara væl hjá Óla; hann setti stórt persónligt met við tíðini 1:51.65, har hansara besta tíð áðrenn hetta var 1:52.92 frá FøroyaMeistarastevnuni 2014.
Óli varð nr 60 av 100 luttakandi, sí úrslitalistan her á Omegatiming.com
Her er ein samrøða við Óla aftaná hesar 200
So byrjar HM á stuttgeil í Doha 2014
Í morgin árini verða fyrstu innleiðandi riðlar á heimsmeistarastevnuni 2014, sum er í Doha í Qatar. Fyri Føroyar verður fyrsti svimjari Óli Mortensen, sum skal royna seg í 200 metra frísvimjing í morgin, meðan hini bæði hava frí til í ovurmorgin. Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis á omegatiming.com, og at síggja finalurnar á til dømis danska TV2 og evropeiska Eurosport, umframt innleiðandi riðlar á TV2 Play.