Óli Mortensen, Cecilia Eysturdal og venjarin Rui Magalhães komu á hotellið í Doha um eitt-tíðina mánanáttina, og harvið er føroyska ferðaliðið fullmannað. Tey høvdu tá ferðast leingi men eftir umstøðunum ókey, síðani flúgvarin fór úr Føroyum sunnumorgunin.
Tag: Doha 2014
FINA reyp um Doha 2014
Altjóða svimjisambandið FINA hevur lagt út hendan nýggja reklamufilmin fyri HM á stuttgeil, sum verður í Doha í Qatar nú 3. til 7. desember 2014.
SSF til HM í svimjing 2014
Tíðindi vegna Svimjisamband Føroya
Heimsmeistarastevnan í svimjing á stuttgeil verður í Doha í Qatar nú 3. til 7. desember 2014, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum. Sí wscdoha2014.com og fina.org
Tey 3 úr Føroyum eru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.
Continue reading SSF til HM í svimjing 2014
3-2 hin 10. nov 2014 um fyrireikingarnar hjá Páli til Doha 2014
Brot úr ítróttarsendingini “3-2” hjá Kringvarpi Føroya, har tey tosa við Pál Joensen í svimjihøllini í Bellahøj, um fyrireikingarnar til HM á stuttgeil 2014. Uppruna-innslagið sæst her á kvf.fo
3-2 hin 3. nov 2014 um úttøku til Doha 2014
Brot úr ítróttarsendingini “3-2” hjá Kringvarpi Føroya hin 3. november 2014, um úttøku til heimsmeistarastevnuni á stuttgeil 2014. Prátað verður við Rók í Jákupsstovu, formann í SSF, við Ceciliu Wigant Eysturdal úr Ægir og Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag. Sí alla sendingina her á kvf.fo