Umfatandi dopinggøla skelkar Avstralia

Avstralski ítróttarheimurin varð í dag raktur av eini risa dopinggølu, tá ið Australian Crime Commission avdúkaði úrslitið av áralangari kanning, ið staðfestir útbreidda doping í landinum. Eftir øllum at døma ógvuliga organiserað, umfatandi heili lið av íðkarum og venjarum og vísindafólkum og læknum, við nýtslu av hormonum og peptidum og enntá evnum sum ikki enn eru góðkend til mannanýtslu, við tilknýti til eisini brotsmannaringar og hartil hoyrandi vanda fyri match-fixing og øðrum. Les til dømis The Australian og 3News

Sí eisini

Kanada í neyð av venjara sum ikki gevst hóast lívslangt bann

Garvill søga her á thestar.com, um Cecil Russell ið fekk lívslangt bann í 1997 fyri at vera uppi í einum altjóða steroid-smuglara-ringi. Og sum sama ár viðgekk at hava hjálpt einum felaga við at brenna og beina burtur eitt fólk sum hesin hevði dripið. Og sum hevur sitið 4 ár í fongsli í einum narkotikamáli. Fyri síðani at fáa bannið lyft í 2005 og so álagt aftur í 2007, eftir at fleiri skjøl komu fram í málinum.
Continue reading Kanada í neyð av venjara sum ikki gevst hóast lívslangt bann

Hví lat CAS Cielo svimja og ikki Subirats ?

Stutt sagt so slapp Albert Subirats úr Venezuela (heimsmeistari í 50 firvald á stuttgeil) ikki at svimja á HM í Shanghai, tí at hann vegna rót í svimjisambandinum har tríggjar ferðir ikki hevði verið at finna til dopingtest. Ein straffur sum antidopingdómstólurin CAS nú hevur frídømt hann fyri, so at hann egentliga kundi havt svomið í Shanghai. Men ímeðan hetta stóð á, gjørdi CAS sær ómak at skunda eina aðra avgerð ígjøgnum í Kina beint upp undir HM, sum viðførdi at César Cielo (heimsmeistari í 50 firvald frá nú Shanghai) og 2 aðrir brasiliumenn fingu bara eina ávaring fyri at hava tikið dopingevni. Tí er spurningurin hjá Craig Lord her á SwimNews.com ógvuliga viðkomandi:

The questions for CAS and all involved in seeking fairness and more rigour in the anti-doping system is clear:

  • why, when the Subirats case was known before the Cielo case, did CAS not rush to sit in session in order that the Venezuelan  could swim in Shanghai last month (different treatment for differest swimmers, once more)

Condecoración a Albert Subirats y abanderamiento de Pastor Maldonado

Fýra brasiliumenn íroknað Cesar Cielo tiknir fyri doping

Olympiski meistarin og heimsmeistarin César Cielo varð á Maria Lenk Trophy stevnuni í mai mánaða testaður positit fyri nýtslu av furosemide, sum ikki er eitt dopingevni í sær sjálvum, men sum kann fjala aðra doping. Hann sigur at talan er um krossdálking í einum lógtilskoti, og brasilska antidopingin hevur tí bara givið honum eina ávaring, saman við teimum trimum Nicholas Santos, Henrique Barbosa og Vinicius Waked, sum eisini vórðu tiknir fyri nýtslu av hesum evninum. Craig Lord er ikki glaður her á SwimNews.com, mest tí at dómirnir eru so skiftandi, frá ávaring upp til 2 ára karantenu, alt eftir hvørjum landi tú kemur frá.

César Cielo após terminar a prova de revezamento para o Flamengo

Subirats 1 ára dopingdóm vegna forsømilsi í ‘whereabouts’

Albert Subirats úr Venezuela er dømdur 1 ára karantenu av FINA, tí at hann tríggjar ferðir innanfyri eitt 18 mánaðar tíðarskeið ikki fortaldi teimum rættstundis, hvar ið hann var. Subirats er ikki hvør sum helst, men heimsmeistari í 50 firvald og silvurvinnari í 100 firvald frá HM í Dubai í 2010.

Subirats verjir seg við at hann sendi alt tað neyðuga til svimjisambandið í Venezuela, sum so forsømdi at senda tað víðari rættstundis. Hann vísti teldupost, enntá teldupost har hann stúrir fyri at svimjisambandið skal koma til at forsøma tað.

Les meira her á theswimmerscircle.com.

Fabiola Molina tikin fyri doping

BestSwimming.com.br kunnger her at brasilska Fabiola Molina er testað positiv fyri doping við evninum Methylhexaneamine, sum er ein stimulantur ið nýttur verður millum annað til nasaspray, og í tí narkotika sum tey kalla “party-pillarar”. CBDA antidoping-dómstólurin hevur mett at tað var ikki við vilja, og hevur tí givið henni ein veikan dóm á 2 mánaðar við afturvirkandi kraft, sum tó eisini umfatar tær kravtíðir sum hon hevur klárað til HM í Shanghai 2011. Hon verður tí ikki at síggja har. Lesið meira her á theswimmerscircle.com.

Jukić noktaði dopingtest vegna væntandi reinføri

SwimNews.com skrivar her at Dinko Jukić, evropameistari í 200 firvald á stuttgeil frá Eindhoven 2010, nú verður kannaður av Eysturríkska antidoping-myndugleikunum, fyri herfyri at hava noktað at verða dopingtestaður. Tey møttu upp áðrenn venjing at testa hann, men hann noktaði tí at hann ikki var tryggur við reinførinum, og bað teg bíða til aftaná. Men tey fór so eitt korter áðrenn hann var liðugur at venja, og spurningurin er nú um hann fer at fáa dóm, ella um alt er ein stór misskiljing. Jukić er eysturríkskur statsborgari av kroatiskum uppruna. Les meira her á SwimNews.com>/a> og her á USA Today.

WADA umhugsar at droppa B-prøvarnar

Stjórin fyri alheims antidopingarstovnin WADA kemur nú við uppskoti um at halda uppat at heinta og testa B-prøvar í dopingroyndum, til at spara tíð og pengar. ‘Fólk kunnu fara í geglið grundað á éina roynd, og ítróttur er reelt einsamallur í at taka tvær royndir.’
Continue reading WADA umhugsar at droppa B-prøvarnar

Križko knallaður fyri doping

Slovakiski sprintarin Ľuboš Križko hevur fingið 2 ára karantenu fyri doping við Tamoxifen, staðfest á evropeisku meistarastevnuni í Budapest hin 12. august 2010. Tamoxifen er heiluvágur sum verður brúktur til serliga at hjálpa bróstkrabbasjúklingum, við at blokera fyri framleiðsluni av kvinnuliga kynshorminum østrogen, sum summi sløg av bróstkrabbakyknur mugu hava til at kunna vaksa. Steroidu-misnýtarar brúka tað til at sleppa undan hjáárinunum av doping við mannligum kynshormonum, sum eru til dømis minkandi eistur og vaksandi, nærmast kvinnulig bróst. Les SwimNews.com.

Danskir politikarar vilja hjálpa Friis

Konservativu ætla at fáa Per Stig Møller mentamálaráðharra at leggja trýst á altjóða antidopingstovnin WADA, til at fáa ruddað upp í reglunum so at óskyldugir íðkarar ikki skulu ræðast ein møguligan dopingstraff vegna dálkaðar matvørur. Les Sporten.dk.
Continue reading Danskir politikarar vilja hjálpa Friis