Lotte Friis stúrir fyri møguligum dopingdómi

Sporten.dk skrivar her at Lotte Friis fær sveittan fram tá ið dopingeftirlitið vitjar, tí at hon ræðist møguleikan fyri at hava fingið okkurt ólógligt evni gjøgnum matin. Hon ferðast jú nógv, og fært tí ikki altíð eftirkannað matin heilt hundrað prosent. “Det er utrolig ubehageligt, især når man ved, man ikke har gjort noget.”

DSC01443
Continue reading Lotte Friis stúrir fyri møguligum dopingdómi

Týskarar ávara um dopingvanda í mati og í tatoveringum

Týski antidopingstovnurin NADA og Deutsche Sporthochschule Köln hava sent út hvør sína ávaring, um vandan við at ítróttarfólk fara til Kina. 28 týskir súkklarar komu nýliga aftur úr Kina, harav 22 vórðu testaðir positiv fyri Clenbuterol, sum kann vera íkomið av tí at man til tíðir finnir tað í kjøti úr ES og í matoljum í Kina og aðrastaðni í Asia.

Clenbuterol er dopingevnið sum amerikanska Jessica Hardy varð dømd 2 ára karantenu fyri at hava tikið í 2008 , fyri síðani at fáa dómin minkaðan til 1 ár, av tí at tey hildu at tað kundi verið íkomið vegna dálkað kosttilskot.

Týskir granskarar í Karlsruhe ávara eisini, at litevni í tatoveringum er ein heilsuvandi sum kann vera krabbaelvandi, og sum í umleið 30 prosent av førunum er á listanum yvir dopingevni.

Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Danskir svimjarar skulu hava blóðprofil

Anti Doping Danmark fer nú undir at taka blóðroyndir av bestu súkklarum, rógvarum, svimjarum og triatletum, til at fáa ein blóðprofil av hvørjum einstaka íðkara, at kunna samanbera við seinni. Tey fara at afturvendandi at taka blóðroyndir, til at fáa eina mynd av náttúrligu virðini hjá íðkarunum, og kunnu so seinni vísa á um úrslit frá dopingroyndum eru ónáttúrliga nógv við síðuna av, til dømis vegna nýtslu av EPO.

Formaðurin í Anti Doping Danmark sigur um valið av ítróttargreinum:

Det har ikke noget at gøre med at de nævnte sportsgrene er mere i søgelyset end andre eller at risikoen for at finde syndere er større. Det handler om at det er sportsgrene hvor vi har flere interessante OL emner, for man kan jo hverken beskylde dansk svømning eller triathlon for at have mange positive tests.

Sviar ávara um dopingevni í kosttilskoti

crackSvenska antidopingin hevur tíverri tikið eina røð av íðkarum fyri doping, hesar seinastu mánaðirnar, og ávarar tí nú um ávis kosttilskot. Tey bíða við at nevna íðkararnar, men siga at kosttilskotini eru til dømis merkini “Crack”, “Jack3d”, “Black Burn”, “Hyperdrive 3.0+” og “Novedex XT”. Sí her á rf.se.

Er nakað skil á WADA ?

Áhugaverd grein her á SwimNews, har Craig Lord vísir á ymiskar løgnar hendingar viðvíkjandi doping í svimjing í seinastuni. 19 ára gamli Maxim Shcherbakov úr Russlandi fekk herfyri 1 ára karantenu fyri í 8 mánaðir at ikki fortelja WADA hvar hann var. Spanski Rafael Munoz fekk hinvegin ongan straff, tí at hann skal hava verið ‘psykologiskt óstabilur’, hóast tað tríggjar ferðir ikki var eydnast dopingfólkunum hjá WADA at finna hann … fyri síðani at gerast evropameistari nakrar mánaðir seinni.
Continue reading Er nakað skil á WADA ?

Bousquet 2 mánaðar karantenu fyri doping

Franska sprintstjørnan Frédéric Bousquet hevur sambært Eurosport.se fingið 2 mánaðar karantenu fyri doping við evninum heptaminol. Bousquet sigur sjálvur, at hann hevur fingið evnið í sær vegna onkran heilivág ímóti hemorridum, sum hann keypti á apoteki uttan at kanna innihaldsyvirlitið nóg væl. Hann varð testaður positiv einaferð í juni mánaða, tá ið hann ikki kappaðist vegna sjúku, og hevur nú fingið bann frá allari svimjing frá 20. september til 20. november. Bousquet sigur sambært L’Equpe sjálvur um hendingina, at ‘har eru ongar linnandi umstøður, eg havi uppborið bannið’.

DSC_0351

Napoleon fær karantenuna flutta, so hann sleppur til Delhi

Altjóða kærudómstólurin CAS hevur avgjørt at broyta dopingdómin hjá avstralska Ryan Napoleon, so at hann hvørki fær strikað úrslitini frá avstralsku Commonwealth Games úttøkustevnuni í mars mánaða, ella er í karantenu tá ið tey nú í oktober fara til Commonwealth Games. Hann varð sum kunnugt tikin fyri doping, av tí at apotekið hevði merkt ein astma-inhalator skeivt.
Continue reading Napoleon fær karantenuna flutta, so hann sleppur til Delhi

Nú ber til at staðfesta ílegudoping

Super tíðindi úr Týskalandi, at vísindafólk á universitetunum í Tübingen og Mainz nú halda seg hava funnið ein máta at kunna kanna um fólk hava ílegudopað seg: “For the first time, a direct method is now available that uses conventional blood samples to detect doping via gene transfer and is still effective if the actual doping took place up to 56 days before”. Les her á SwimNews.com

Tríggjar dopingsakir afturat í gjár

SwimmingWorld Magazine hevur eina áhugaverda grein her, har tey ikki bara lista upp fýra avgerðir um doping sum altjóða svimjisambandið FINA tók í gjár, men eisini útgreining av hví tey ymisku siga seg hava verið dopað, og hvussu FINA velur at døma har út frá. Tey dopingdømdu eru, út yvir Ryan Napoleon, Daynara de Paula úr Brasil, Sergio Garcia Ortiz úr Spania, og Matthew Zammit av Malta.
Continue reading Tríggjar dopingsakir afturat í gjár

Nú skal man dopingtestast nakin?

Svenska Charlotte Kallas varð kravd at lata seg úr øllum klæðunum, 2 dagar áðrenn at hon vann OL gull í 10 km langrend. Hetta til at tryggja, at hon ikki onkunsvegna kundi smugla annað land enn sítt egna í dopingroyndina, til dømis við at hava eina lítla fløsku uppi á sær. Hetta helt hon so mikið lítið um, at hon eftirfylgjandi kontaktaði ein ítróttarpsykolog, til at umrøða málið. Les spn.dk