Fram til 1. januar 2009 skuldu í prinsippinum øll skaffa sær undantaksloyvi til heilivág, um tey til dømis vóru astmatikarar sum íðkaðu ítrótt, og tí høvdu brúk fyri heilivág sum annars stóð á dopinglistanum. Men nú eru reglurnar broyttar, til at flest øll kunnu biðja um undantaksloyvini eftir møguliga dopingtest, meðan ítróttarfólk á altjóða støði framvegis skulu hava latið inn TUE undantaksloyvi áðrenn dopingtestina.
Continue reading WADA linkar um krøvini til TUE undantaksloyvi
Tag: doping
Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’
Hetta ljóðar sum tað reina science fiction, men amerikanarar siga at ‘doping-draktin’ er heilt nær, sum fer at kunna samstarva við nervaskipanina og heilanum hjá svimjararnum, so at hesin til dømis ikki følir pínu longur. Talan er um draktir sum dekka allan kroppin, frá øklum og út á handliðirnar, og amerikanska svimjisambandið vil tí hava altjóða svimjisambandið FINA til fullkomiliga at seta forboð fyri heildraktum, tí at tað sambært teimum verður ómøguligt at prógva at tað veruliga er so, at draktin dopar.
Continue reading Amerikanska svimjisambandið ávarar ímóti ‘doping-draktum’
Hackett ynskir betri doping-kontrol
“We are being extremely naive to think we are catching the drug cheats in sport and that the net is closing when blood samples aren’t taken at a major meet like the Olympics.”. Hetta sigur Hackett, í sambandi við at hann eftir øllum at døma sjálvur varð dopingkannaður í sambandi við sítt silvurheiðursmerki í Beijing, meðan gullmerkjavinnarin Oussama Mellouli ikki var kannaður, hóast at hann júst var afturkomin frá ein 18 mánaðar dopingdóm. Lesið á foxsport.com.au og á swimnews.dk.
ÍSF spyr: “Ert tú dopaður?”
Ítróttarsamband Føroya minnir her á, at føroysk ítróttarfólk kunnu koma út fyri at skula dopingtestast í frítíðini, undir venjing og í kappingum, og at eisini vit tí mugu ansa eftir altíð at hava neyðuga TUE-loyvi, um vit taka heilivág fyri astma, allergi, sukursjúku, hjartatrupuleikar ella annað. Neyðugu umsóknarbløðini kunnu fáast hjá ÍSF, og har ber eisini til at spyrja, á tlf. 312606 ella 282331, um tit ivast í nøkrum.
Dopingmyndugleikarnir ávara Lochte um at siga hvar hann er
Svimjarar sum Michael Phelps og Ryan Lochte skulu støðugt fortelja amerikansku antidopingmyndugleikunum hvar teir eru, so at til ber at skipa fyri ófráboðaðum dopingtestum. Men nú hevur Lochte sambært Ekstrablaðnum tvær ferðir ikki verið at finna har tey væntaðu hann var; og tí fær hann síðstu ávaring, um at næsti ferð fellur hamarin. Lat tað verða sagt, at hetta kann vera eitt púra óskyldugt dømi um ein íðkara sum ikki er so raskur at vera so øgiliga planlagdur, men samstundis tað sama sum feldi súkklaran Michael Rasmussen á sinni.
Skipaður kriminalitetur atvold til grikska doping
Hetta sigur forsetin fyri griksku olympisku komitéina sambært SwimNews, um tað at 15 griksk ítróttarfólk í seinastuni hava verið tikin fyri doping við sama evni, har í millum grikski evropameistarin í 200 firvald, Yiannis Drymonakos. Continue reading Skipaður kriminalitetur atvold til grikska doping
SwimNews, ARD og onnur avdúka kinesiska doping
Týska sjónvarpsrásin ARD vísti í gjár ein dokumentar um doping í Kina, her beint undan OL í Beijing, har tey avdúkaðu at tað er lætt at sleppa til bæði anabolska og ílegudoping í Kina, at kinesiska svimjilandsliðið brúkar venjarar sum fyrr hava fingið dopingdóm, og at fyrrverandi kinesiskir landsliðssvimjarar vórðu systematiskt dopaðir til OL í 1988 og 1992. Continue reading SwimNews, ARD og onnur avdúka kinesiska doping
Kinesisk svimjistjørna tikin fyri doping
Kina er í sjokk, nú Ouyang Kunpeng er tikin fyri at hava nýtt anabolska steroidið Clenbuterol. Hann var ein av vónunum um at vinna heiðursmerki í ryggsvimjing á OL í Kina, men er nú prompte útilokaður fyri lívstíð av sína egna svimjisambandi. Lesið her í Ekstrablaðnum.
Drymonakos tikin fyri at dopa seg við steroidum
Grikska svimjisambandið hevur kunngjørt at teirra Ioannis Drymonakos tann 6. mars í ár varð testaður positivur fyri anabolska steroidinum ‘methyltrienolone’. Hetta er sama steroid sum 11 grikskir vektlyftarar herfyri vórðu tiknir fyri at hava tikið. Drymonakos vann gull í 200 firvald á EM í Eindhoven í mars, og var sjálvsagt ein av favorittunum hjá Grikkalandi til at taka heiðursmerki á komandi OL í Bejing. Men nú er hann so givin at svimja, sambært sakførara sínum. Kelda: iht.com Continue reading Drymonakos tikin fyri at dopa seg við steroidum
Gary Hall Jr. heldur at draktirnar eru eitt hent skálkaskjól fyri doping
Hann er rættiliga hardcore, fimm-dupulti OL gullvinnarin frá Atlanta 1996 og Sydney 2000: “There’s obviously something there besides technology”, “I don’t want it to take the attention away from the performances but there’s doping going on in sports” og “It’s a convenient distraction for the people who dope and those who aren’t cracking down on it”. Kelda: Reuters