Sunnumorgunin royndu Óli Mortensen og Victoria Eysturdal seg sum tey síðstu á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing; Óli í 400 metra blandaðari svimjing har hann svam 4:46.39, og Victoria í 50 metra frísvimjing har hon setti persónligt met við tíðini 28.50
Tag: Dordrecht 2014
Dagur 4 á EJM í Dordrecht
Leygarmorgunin 12. juni royndu allir fimm føroyingar seg í 50 metra hylinum á EJM í Dordrecht, har besta úrslit vóru persónlig met hjá Victoriu Eysturdal í 50 metra frísvimjing, og hjá Alva Hjelm í 800 metra frísvimjing. Hini svumu góðar tíðir sum tó ikki heilt rukku til persónlig met.
Dagur 3 á EJM í Dordrecht
Fríggjamorgunin 11. juni royndi Victoria Eysturdal seg í 200 metra frísvimjing á EJM í Dordrecht, og svam hon tá 2:11.71 og 38. tíð av 38 luttakandi. Juniormetið hjá henni er 2:09.63 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012, so tað var eitt sindur frá bestu tíð hesu ferð. Sí úrslitalistan her.
Ókey úrslit í Dordrecht í dag
So er næsti dagur farin afturum á evropeisku juniormeistarastevnuni í Dordrecht, og føroysku svimjararnir kláraðu seg bara útmerkað. Eyðbjørn Joensen betraði um sítt persónliga met í 100 metra frísvimjng, tá ið hann svam 54.79 har hansara besta tíð áðrenn hetta var 55.13. Victoria Eysturdal og Óli Mortensen komu niður í móti sínum juniormetum, og Alvi Hjelm eisini niður í móti sínum persónliga meti í 1500 metra frísvimjing.
Føroysku úrslitini í dag
- Eyðbjørn Joensen 54.79 í 100 frí (55 av 57)
- Victoria Eysturdal 4:37.23 í 400 frí (41 av 44)
- Ásbjørg Hjelm 2:51.70 í 200 bringu (38 av 38)
- Óli Mortensen 15:57.03 í 1500 frí (14 av 22)
- Alvi Hjelm 16:06.93 í 1500 frí (16 av 22)
Úrslitini frá EJM í Dordrecht síggjast her á ejcswimming2014.com
Ásbjørg og Óli met á EJM í Dordrecht í dag
Europeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjaði í dag í Dordrecht í Niðurlondum, við eisini føroyskari luttøku.
Ásbjørg Hjelm úr Ægir megnaði at seta føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 35.33 sekund, har føroyska metið var Malan Vitalis Bærendsen 35.34 á DM í 2008, og føroyska juniormetið Ásbjørg 35.44 á Danish Open 2014.
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, tá ið hann svam teinin uppá 3:59.67, har juniormetið hjá honum frá Mare Nostrum í Canet í juni var 4:01.34. Í hesi grein megnaði norski Henrik Christiansen at vinna silvur við nýggjum norskum juniormeti 3:49.60.
Í 100 metra frísvimjing var Victoria Wigant Eysturdal éin hundraðpart frá sínum føroyska juniormeti, tá ið hon svam teinin uppá 1:01.31, har metið hjá henni frá Mare Nostrum í Canet í juni er 1:01.30.
Føroysk úrslit í dag
- Ásbjørg Hjelm 35.33 í 50 bringu (38 av 39)
- Victoria Eysturdal 1:01.31 í 100 frí (45 av 45)
- Óli Mortensen 3:59.67 í 400 frí (24 av 44)
- Alvi Hjelm 4:06.03 í 400 frí (35 av 44)
- Eyðbjørn Joensen 4:11.65 í 400 frí (42 av 44)