Lochte og Alshammar eru ársins svimjarar sambært FINA

Altjóða svimjisambandið FINA hevur við atkvøðugreiðslu í ‘FINA familjuni’ valt amerikanska Ryan Lochte og svensku Therese Alshammar at vera ársins svimjarar 2010. Ryan Lochte fyri í Dubai at gerast fyrsti svimjari ið nakrantíð hevur vunnið 7 heiðursmerki á HM á stuttgeil, og Therese Alshammar fyri at vinna bæði tvey heiðursmerki á HM á stuttgeil, umframt samlaðu World Cup kappingina fyri kvinnur. Lesið her á SwimmingWorld Magazine

DSC_5534

Kamelar duga illa at venda

Undirritaði hevði billett til galladøgverðan hjá FINA, leygarkvøldið á The Dubai Polo and Equestrian Club, og slapp har at síggja ein kamel-polo-dyst. Frásøgumaðurin greiddi undan dystinum frá, at kamelar duga so illa at venda, at spælararnir muga hugsa í álopsketum, har næsti kamelur var backup um fyrri kiksaði. Og rætt var 🙂


Continue reading Kamelar duga illa at venda

Ymisk hagtøl úr HM í Dubai

Ryan Lochte og USA fingu flest heiðursmerki í HM í Dubai. Haraftrat setti Lochte fleiri heimsmet, sum tann fyrsti einstaklingur í ár. Men samlað sæð vann Evropa flest heiðursmerki í mun til Pan Pacs londini og restin. Therese Alshammer var elsti vinnari meðan 14 ára gamla Shiwen Ye úr Kina var við tveimum silvurmedaljum ynskti heiðursmerkjavinnari.


Heiðursmerkjabýtið millum lond:

Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar:

Dimma: Gyurta vann 1500 frí

Ofta verða tíðindi skrivað í so skjótt. Tað má eg sjálvur ásanna. Dimma.fo skrivar:

“…Endaliga úrslitið gjørdist at Gerqely Gyurta frá Ungarn vann, meðan danin Mads Glæsner gjørdist nummar 2. Á 3. plássi endaði italiumaðurin Sebastian Rouault.”

Men aðrir miðlar duga eisini at finna uppá. Dr.dk via Ritzau skrivar:

“Rikke Møller taber VM-bronze med 1/100… …Den fynske svømmer tabte med en hundreddel af et sekund i tiden 1.04:80 til franskmanden Camille Lacourt [♂], mens amerikaneren Rebecca Soni vandt i tiden 1.03:98…”

Pál legði hart út í Dubai

Splitt-tíðirnar hjá Páli vísa, at Pál legði harðari út í Dubai enn í Berlin, men misti so rættiliga nógv aftaná teir fyrstu 400 m. Glæsner svam óhugnaligani skjótt teir fyrstu 50 m (25.68) – næstan eitt sekund skjótari enn Mellouli (26.55). Pál hevði næstskjótasta splitt-tíð aftaná 50 m og næstskjótasta splitt-tíð frá 50-100m (28.20) – 1/100 sekund spakuligari enn Mellouli. Fram til 250m høvdu bara Glæsner og Rouault skjótari splitt-tíðir enn Pál í finaluni, men síðani byrjaðu Colbertaldo, Gyurta og Pizzetti at svimja skjótari enn Pál. Við 750 m fór Kanieski eisini frammum Pál. Pál bleiv nr 7 í finaluni og nr 13 samanlagd við tíðini 14:54.94.

Splitt-tíðirnar í 1500 finaluni

Continue reading Pál legði hart út í Dubai

Upptakt til 1500 frí finaluna á HM í Dubai

Sum útgangspunkt er tað væl altíð at fegnast um, at Pál yvirhøvur er í finaluni. Vit síggja jú hvussu londini stríddist um at fáa fólk í finaluna, summi tí at onnur vóru har av órøttum, og onnur til at halda sín innanfyri allíkavæl. Finalupláss er ikki krav til at kunna vinna heiðursmerki, men tó ein týðandi fyrimunur.


Continue reading Upptakt til 1500 frí finaluna á HM í Dubai

Mellouli 14:24.16 og møguligt gull í 1500 frí

Tunesiski Oussama Mellouli legði avstað sum eitt óløgi, tá ið hann vegna ólógliga tilmeldingartíð noyddur at svimja 1500 metra frísvimjing í innleiðandi riðlunum, heldur enn í finaluni í kvøld. Eina góða løtu svam hann sum um hann vildi seta heimsmet, men kom so í veruliga kreppu millum 1100 og 1300 metrar, fyri síðani at trodsa ein spurt ígjøgnum ímóti endanum. Jón Bjarnason metir at tíðin 14:24.16 kann vera nóg mikið til at vinna gull, har hinir mest sannlíkt koma at liggja tættari 14:30.

vlcsnap-2010-12-19-12h47m41s106

[Mellouli eftir teir 1500, deyður sum ongantíð fyrr]
Continue reading Mellouli 14:24.16 og møguligt gull í 1500 frí

Mellouli møguliga úti aftur úr A-finaluni

Craig Lord avsannar nú síni tíðindi á SwimNews.com, at FINA hevur góðkent ‘a late plea’ frá Tunesia, og tískil sett Mellouli inn aftur í A-finaluna. Okkara boð higani úr Dubai er, at Brasilia allarhelst hevur mótmælt kraftiga, við tað at teirra Lucas Kanieski nú knappliga hevði skula svomið í morgun heldur enn í kvøld, um Mellouli nú kom inn og hann tí reyk út.

The last day of the championships brings the prospect of at least two more gold medals for Ryan Lochte, a 1,500m with Olympic champion Oussama Mellouli in the slows heats (an earlier suggestion that he was confirmed in the fast heat in the evening after FINA accepted a late plea from Tunisia over an entry time that FINA had not been aware of until now apparently false), and a flood of further threats to the record books as Dubai waves goodbye to the swim world with a high tide of 12 finals.