Lochte 3:55.50 og heimsmet í 400 blandað

Amerikanski Ryan Lochte gjørdist í kvøld fyrsti einstaklingur sum setti heimsmet, eftir at sonevndu ‘superdraktirnar’ vórðu bannaðar tann 1. januar 2010. Hetta var á HM á stuttgeil í Dubai, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 3:55.50, har heimsmetið hjá ungarska Laszlo Cseh var 3:57.27. Sí úrslitalista her.

Nýtt heimsmet í 4×200 frí

Kinesisku kvinnurnar megnaðu júst nú at seta fyrsta heimsmet yvirhøvur í ár, tá ið tær á HM í Dubai svumu 4×200 metra frísvimjing við tíðini 7:35.94, har heimsmetið hjá Niðurlondum var 7.38.90. Avstralia, Frakland og USA megnaðu eisini at svimja undir tað nú fyrrverandi heimsmetið, sum ávíkavist silvurvinnari við 7:37.58, bronsuvinnari við 7:38.33, og nummar fýra við 7:38.43.

Mellouli svimur 200 frí finalu kl 15.33

Mellouli hevði 2. bestu tíð í 200 frí í morgun og skal svimja í finaluni kl 15.33 mótir Ryan Lochte (USA), Nikita Lobintsev (RUS), Paul Biedermann (GER), Shaune Fraser (CAY), Pawel Korzeniowski (POL), Danila Izotov (RUS) og Tommaso D’Orsogna (AUS). Á svimjing.com/live ber til at fylgja við finalunum via Omegatiming.


Continue reading Mellouli svimur 200 frí finalu kl 15.33

Pál í finalu á HM í Dubai

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú fríggjadagin og sunnudagin fer Pál Joensen at luttaka á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Dubai, fríggjamorgun við góðum møguleika at sleppa í finalu sama seinnapart, og sunnudagin við føstum plássi í finaluni. Vónirnar til heiðursmerki eru góðar, við tað at Pál hevur fimtbestu tilmeldingartíð í 1500 frí, í finalu har hann hevur vunnið á flestu hinum í ár.

DSC02013
Continue reading Pál í finalu á HM í Dubai

Startlistin til 1500 er broyttur

FINA hevur nú broytt skránna til 1500 metra frísvimjing á HM í Dubai, so at teir báðir amerikansku Peter Vanderkaay og Sean Ryan nú eru uttanfyri finalupláss, hóast teir upprunaliga høvdu fimtbestu og sættbestu tilmeldingartíð. Vanderkaay hevur fingið broytt sína tíð frá 14:34.03 til 15:03.86, og Ryan sína frá 14:34.98 til 15:04.84, mest sannlíkt tí at teir hava brúkt tíðir umroknaðar frá kapping í 25 yards hyli, heldur enn veruligar 25 metra tíðir. Og Pál Joensen rykkir tí upp um teir báðar, til eina styrkismeting sum nummar 5, heldur enn nummar 7.

DSC02038
Continue reading Startlistin til 1500 er broyttur