Danska liðið til HM í Dubai úttikið

Danska Svimjisambandið avdúkaði í kvøld tey 6 sum fara at luttaka fyri Danmark á HM í Dubai í desember, og hvat sum tey skuldu svimja. Tey fýra Mads Glæsner, Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen og Jeanette Ottesen vóru longu úttikin áðrenn donsku meistarastevnuna nú, og hartil kláraði Pernille Larsen nú at kvalifisera seg í 100 rygg, umframt at Pernille Blume sleppur við sum liðsvimjari. Sí SwimNews.dk.
Continue reading Danska liðið til HM í Dubai úttikið

Nú kann man svimja í hylinum í Dubai

15 ára gamli Assem Emad Abdul Ghafar fekk nú leygardagin heiðurin at verða fyrsti svimjari sum vann eina kapping í svimjihøllini har heimsmeistarastevnan skal vera í desember, tá ið tey skipaðu fyri HH UAE Presiden’ts Swimming Championships har í vikuskiftinum. Kapteinurin á svimjilandsliðnum har sigur í aðrari grein á www.dubaiswimming2010.ae, at einki kann samanberast við hesa høllina, og FINA stjórin Cornel Marculescu sigur eisini, at hylurin har í Dubai er “one of the best swimming facilities in the world.

“Three months ago when I was here I didn’t believe this was possible. I was very skeptical. Now I find this jewel here – it is the pearl of the desert, and I believe it is one of the best swimming facilities in the world”

Jeanetta Ottesen klárað kravtíð til HM í Dubai

Danska Jeanette Ottesen luttók í vikuskiftinum á Grand Prix stevnu í Finnlandi, ávegis til World Cup í Moskva og Stockholm, og megnaði har at klára donsku kravtíðina til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai í desember, við tíðini 57.50 sekund í 100 firvald. Lesið her á sporten.dk, umframt blogguna hjá Ottesen sjálvari á www.jeanetteottesen.dk

Mellouli luttekur í Dubai

Oussama Mellouli kunnger nú sambært gulfnews.com, at hann ikki bara ætlar sær at luttaka á komandi heimsmeistarstevnuni í Dubai tann 15. til 19. desember, men eisini sær fyri sær ‘a very special performance’: “This competition is a great opportunity for the Arab world to be exposed to such an exciting event. And for me to come and participate in a country that has given me so many friends will be indeed very special.”
Continue reading Mellouli luttekur í Dubai

Nú er vatn í hylinum í Dubai

Tey eru nú komin so mikið langt við svimjihylin til HM í Dubai í desember, at tey á einum hátíðarhaldi tann 10/10/10 offisielt kundu fylla hann við vatni. Høllin kostar sum ætlað einar 300 millliónir dollarar, 1.1 milliard dirhams ella umleið 1.6 milliardir krónur, og skal verða ein av bestu innandura svimjihallum í heiminum. Har er pláss fyri einum 15.000 áskoðarum og skiftirúm til 400 íðkarar, ein 50 metra kappingarhylur og ein annar 50 metra hylur har botnurin kann flytast upp og niður, ein kavingarhylur, landvenjingarhøli, styrkirúm, venjingarhyljar og so framvegis. Høllin varð eisini offisielt uppkallað eftir krúnprinsinum í Sameindu Arabisku Emiratinum, hansara kongaliga hátikn Sheikh Hamdan bin Mohammed bin Rashid Al Maktoum, til at eita “The Hamdan bin Mohammed bin Rashid Sports Complex”. Lesið t.d. her á Emirates 24/7 News, og sí myndir av høllini her og her.

Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM

Danska Svimjisambandið kunnger nú her teir svimjarar sum eru úttiknir til World Cup í Stockholm og EM á stuttgeil í Eindhoven, umframt teir sum eru ‘forhondsúttknir’ til HM á stuttgeil. Tríggir rættiliga áhugaverdir listar, har allur hópurin fer til World Cup í Stockholm, og har tey síðani verða býtt sundur í tey fýra bestu sum satsa uppá HM, og so hini sum fara til EM.
Continue reading Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM

Phelps fer ikki til HM í Dubai

Amerikanska svimjisambandið USA Swimming kunnger nú, at tey senda 20 ‘olympians’ til HM á stuttgeil í Dubai, sum verður nú 15. – 19. desember 2010, íroknað Ryan Lochte, Natalie Coughlin, Aaron Piersol og Rebecca Soni, men minus Michael Phelps. Tey eru eini 37 í alt, út yvir tey 20 sum fyrr hava luttikið á OL, íroknað til dømis Jessica Hardy, Katie Hoff, Ariana Kukors, Kate Ziegler, Nathan Adrian, Eric Shanteau, Peter Vanderkaay, og Garrett Weber-Gale. Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at USA sendir eitt lið til kapping í Sameindu Arabisku Emiratunum.

Dubai hevur goldið teir fyrstu $500.000

Fyrireikararnir av HM í Dubai í 2010 hava nú sambært SwimNews.com goldið tað gjald sum FINA kravdi at fáa áðrenn 1. februar, um ikki FINA skuldi byrja veruligar samráðingar við alternativar fyriskiparar. Eitt gjald sum verður sagt at vera 500.000 dollarar, ella yvir 2.6 milliónir krónur. Men Dubai manglar enn at gjalda okkurt gjald fyri sjónvarpsrættindi eisini, og keldur nevna tí møguleikan fyri at Istanbul skal fáa HM longu nú í 2010, hóast teirra tørn annars ikki er fyrr enn í 2012.

Dubai fingið deadline frá FINA

SwimNews.com veit at siga, at Dubai hevur fingið til endan av januar mánaða, at gjalda eina upphædd til FINA, sum tey vælsagtans hava avtalað og skylda altjóða svimjisambandinum. Um pengarnir ikki eru komnir tá, so verður heimsmeistarastevnan í stutthyli 2010 tikin frá Dubai, og FINA fer so í nærri samráðingar við alternativar fyriskiparar. Og hesir eru eftir øllum at døma longu útvaldir, at verða annaðhvørt Las Vegas ella Indianapolis í USA.

Ivamál um HM 2010 verður í Dubai ella ei

SwimNews.com veit at siga frá einum umboði hjá eysturríkska svimjisambandinum, at FINA í løtuni leitar eftir einum nýggjum verti til HM á stuttgeil í 2010, sum annars eftir ætlanini skal verða í Dubai. Aðalskrivarin Thomas Gangel skal hava fortalt eysturríksku tíðindastovuni APA, at FINA hevur spurgt um tey vóru áhugaði í at yvirtaka HM, men at tey takkaðu nei. FINA stjórin Cornel Marculescu sigur tó enn at heimsmeistarastevnan verður í Dubai, og at hann ringdi til eysturríkar fyri at vita um teir vóru áhugaðir í næsta stuttgeila-HM eftir Dubai, sum verður í 2012. Og so byrja spekulatiónirnar, tí sum Craig Lord sigur á SwimNews, so man tann samrøðan hava verið fyri nokk so langari tíð síðani, við tað at tað langt síðani er avgjørt, at HM í 2012 verður her í Istanbul.
Continue reading Ivamál um HM 2010 verður í Dubai ella ei