HM á stuttbana verður framyvir í desember mánaða

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi á venjararáðstevnuni í Singapore í farnu viku, at heimsmeistarastevnan í 25 metra hyli framyvir fer at verða hildin øll líka ár í desember mánaða, byrjandi við HM í Dubai í 2010. Evropeiska svimjisambandið LEN umhugsar tískil hvat tey skulu gera við evropameistarastevnuna í stuttum hyli, ið sum kunnugt eisini er í desember mánaða (øll ár, líka sum ólíka). Les á swimnews.dk og swimnews.com

Bin Laden skal byggja hylin til HM í Dubai í 2010

“Saudi Binladin Group” sleppur at tekna og byggja svimjihøllina sum skal brúkast til HM í Dubai í 2010, fyri umleið 1.5 milliardir krónur (ella 300 milliónir dollarar). Talan er ‘bara’ um stuttbana, har sjálvur kappingarhylurin er 10 geilir breiður og 25 metrar langur. Men mon ikki tey byggja ein ella tveir upphitingarhyljar eisini, og okkurt flott afturat, fyri hasa hálvuaðru milliardina? Lesið tradearabia.com