Tað gjørdust ikki til heilt so nógv heimsmet, nú annan dag á “Duel in the Pool” stevnuni í Manchester. Amerikanska Rebecca Soni setti við tíðini 1:02.70 heimsmet í 100 bringu, har heimsmetið hjá avstralsku Leisel Jones frá World Cup í Berlin í november var 1:03.00. Amerikanska Julia Smit setti heimsmet í 200 blandað, við tíðini 2.04.60 har heimsmetið hjá ungarsku Evelyn Verraszto á EM í síðstu viku var 2.04.64. Og so setti mennirnir hjá USA við tíðini 3:03.30 heimsmet í 4×100 frí, har heimsmetið hjá Fraklandi frá í fjør var 3:04.98, og har fyrsti maður Nathan Adrian setti flott amerikanskt met á 45.08, umframt at næsti maður svam 100 metrar við flúgvandi starti uppá 44.68 sekund. Samanlagda úrslitið gjørdist, at USA smurdi E-stars av, við 185 stigum ímóti 78.
Tag: duel in the pool
E-stars líka illa fyri í dag sum í gjár
Amerikanarar stilla gott nokk bara við einum svimjara í 800 frí hjá kvinnum, og tveimum í 800 frí hjá monnum, og uppgeva harvið møguleikan at gerast nr 1, 2 og 3 í hesum kappingum (har nr 1 fær 5 stig, 2 fær 3 stig og 3 fær 1 stig, meðan restin so fær einki). Men “E-stars” mangla hinvegin 1 svimjara í 800 frí hjá monnum, 1 svimjara í 200 frí hjá kvinnum, 1 svimjara í 100 rygg hjá kvinnum, 1 svimjara í 100 rygg hjá monnum, 1 svimjara í 200 firvald hjá monnum, 1 svimjara í (trúgv tí ella ei) 50 frí hjá kvinnum, og 1 svimjara í 50 frí hjá monnum. Sum Craig Lord skrivar á SwimNews, eftir at tey eru so nógv aftanfyri í stigum: “On paper, absolutely no chance of the visitors losing the meet unless, perhaps, the Americans swim in santa outfits with sleigh bells in tow.”
Continue reading E-stars líka illa fyri í dag sum í gjár
5 heimsmet, fyrsta dag á Duel in the Pool
Fyrst settu amerikansku kvinnurnar heimsmet í 4×100 blandað, við tíðini 3:47.87 har heimsmetið hjá Kanada frá kapping í Leeds í august var 3:49.45. Síðani settu amerikansku mennirnir eisini heimsmet í 4×100 blandað, við 3:20.71 har heimsmetið hjá Kanada frá somu kapping í august var 3:23.33. Her setti amerikanski Nick Thomas eisini heimsmet í 100 rygg, sum fyrstu maður í stafettini, við 48.94, har heimsmetið hjá Donets og Vyatchanin frá EM í Istanbul var 48.97. So setti amerikanska Julia Smit heimsmet í 400 blandað, við 4:21.04 har heimsmetið hjá suðurafrikansku Kathryn Meaklim World Cup í Singapore í november var 4:22.88. Og so setti amerikanska Rebecca Soni heimsmet í 200 bringu, við 2:14.57 har heimsmetið hjá australsku Leisel Jones frá World Cup í Berlin var 2:15.42. Fyrsta kvøld er nú liðugt, og “E-stars” vórðu snøgt sagt úrlatin, nú USA hálvvegis førir við 89 stigum ímóti 33.
Continue reading 5 heimsmet, fyrsta dag á Duel in the Pool
E-stars klára ikki 100% at manna lið ímóti USA
Tað er í kvøld og í morgin at svimjarar úr Bretlandi, Italia og Týskalandi undir heitinum “E-stars” skulu verja Evropa, í landsdysti ímóti USA. Amerikanarar hava leingi verið skýrdir favorittar at vinna dystin, eftir at svimjarar sum Paul Biedermann, Britta Steffen og Federica Pellegrini meldaðu avboð, Biedermann tí hann longu hevði lovað at luttaka á Salnikov Cup í Russlandi, og Pellegrini tí hon skal til døgverða við italskar politikarar. Og støðan verður ikki betri, nú startlistarnir til í kvøld eru klárir, har tað sæst at “E-stars” ikki ein gang kunnu manna trý fólk til 400 blandað hjá monnum og 400 frí í kvinnum, umframt í 200 rygg hjá monnum og kvinnum. Sum merkir at tey í øllum førum missa 1 stig í mun til amerikumenn, í hesum trimum greinum.
Continue reading E-stars klára ikki 100% at manna lið ímóti USA
USA hevur úttikið sítt lið til “Duel in the Pool” ímóti Evropa
Amerikanska liðið til “Duel in the Pool” sæst nú her á heimasíðuni hjá amerikanska svimjisambandinum, og umfatar so avgjørt nøkur av teimum størstu amerikansku nøvnunum. Michael Phelps verður við, umframt Ryan Lochte, Aaron Piersol, Peter Vanderkaay, Rebecca Soni, Katie Hoff, Ariana Kukors, Dagny Knutson og onnur. Tilsamans 36 amerikanskar svimjistjørnur, at kappast ímóti “Evropa” á stevnu í Manchester tann 18. til 19. desember 2009, har Evropa í hesum føri verður umboðað av Bretlandi, Týskalandi og Italia. Sí eisini eldri tíðindi her á svimjing.com.
Ryosuke Irie sett heimsmet í 200 rygg
Japanski Ryosuke Irie hevur tikið heimsmetið frá amerikanska Ryan Lochte, í “Duel in the Pool” kapping millum Avstralia og Japan. Lochte svam 1:53.94 á OL í Beijing, men nú hevur 19 ára gamli Irie svomið 1:52.86, altso undir 1:53, í Arena X-glide buksum í Descente buksum. Les SwimInfo.com
Holmgonga millum USA og Evropa í 2011
Amerikanarar vilja gjarna yvir at royna umstøðurnar áðrenn OL í London 2012, og seriøsar samráðingar eru tí nú um at hava eina ‘Duel in the Pool’ svimjistevnu millum Evropa, USA og kanska Avstralia á heysti 2011. Lesið her.
Libby Lenton sett heimsmet í 100 frí, ella hevur hon ?
Avstralska Libby Lenton hevur sum fyrsta kvinna svomið undir 53 sekund í 100 frí á langbana, nú eftir HM, tá ið hon luttók í kappingini ‘Duel in the Pool’ millum USA og Avstralia. Nú er spurningurin bara um heimsmetið verður góðkent, við tað at hon svam ímóti Michael Phelps. Tíðin varð 52.99.
FINA-reglurnar siga at svimjarar mugu ikki fáa hjálp til at seta røttu ferð, við til dømis at síggja ella hoyra millumtíðir, fáa tekn frá venjaranum, ella fáa hjálp frá øðrum svimjarum. Hetta hevur til nýliga verður tulkað sum at konufólk ikki kunnu seta met í kapping móti mannfólki, av tí at mannfólk jú yvirhøvur svimja skjótari enn konufólk, og tað tí er rímiliga lætt at finna ein sum kann svimja akkurát nóg skjótt til at hjálpa kvinnuni at svimja við met-ferð.
Men hesar reglur eru eftir øllum at døma broyttar ella í ferð við at verða broyttar. Talsmaður David Lyall hjá Swimming Avstralia sigur at tey hava verið í samband við FINA, og at tey eru optimistisk um at metið verður góðkent. Meðan onkur onnur kelda í FINA hevur sagt at umstøðurnar mugu kannast fyrst.
Í tíðindunum her á SwimNews verður so ein heilt annar spurningur settur afturat, um hvussu vítt avstraliarar fara at verða líka kritiskir inn á seg sjálvar nú, sum tá ið týska Britta Steffen í fjør setti verandi met í somu grein. Tá ivaðust týskir fjølmiðlar og avstraliarar nevniliga í um Steffen var ‘rein’, síðani hon kundi svimja so skjótt. Men nú svimur Lenton knappliga nógv skjótari, samstundis sum hon um nøkur sær ógvuliga maskulin út.
Lesið upprunatíðindini her á SwimNews