Pál 7:39.69 og silvur í 800 frí á Duel in the Pool 2013

Pál Joensen megnaði nú seinnapartin at vinna sær silvurheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Duel in the Pool holmgonguni Evropa móti USA í Glasgow svam teinin uppá 7:39.69. Eitt petti aftanfyri vinnaran Michael McBroom úr USA sum svam teinin uppá 7:33.99, men tó so eisini klárt frammanfyri amerikanska Michael Klueh sum vann kappingina í 400 metra frísvimjing í gjár. Pál hevur sostatt vunnið sær tvey altjóða silvurheiðursmerki hesa seinastu vikuna, í 1500 frí á EM í Herning síðsta leygardag, og so aftur silvur í 800 frí nú á Duel in the Pool.

Annars varð endaliga úrslitið av Duel in the Pool holmgonguni millum Evropa og USA, at USA vann so tepurt sum man kann, við 132 stigum í móti 131. Hetta aftaná at kappingin endaði javnt, og tí mátti avgerast í eini eyka 4×50 blandað stafett fyri mix lið, sum USA vann við 0,2 sekundum, 1:37.17 ímoti 1:37.37, har heimsmetið hjá Russlandi frá í síðstu viku var 1:37.63. USA harvið enn ósigrað í hesum holmgongum.

Pál 3:45.80 og nr 8 í 400 frí á Duel in the Pool 2013

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í 400 metra frísvimjing fyri menn, á “Duel in the Pool” holmgonguni í Glasgow millum USA og Evropa. Hann varð nummar 8 av teimum 8 sum svumu 400, við tíðini 3:45.80, ella so gott sum sama tíð sum hansara 3:45.74 í 400 á EM í Herning í farnu viku. Í morgin skulu teir svimja 800 frí, sum liggur væl betri fyri hjá Páli.

So er tað holmgongan millum USA og Evropa

GG! Malan heilsar úr Glasgow, at setanin sambært skrá har byrjar kl 18.50 FO (Glasgow) tíð, og at Pál svimur 400 frí kl 20.35.

Í morgin klokkan 18:15 føroyska tíð byrjar “Duel in the Pool” stevnan í Glasgow millum USA og ‘European Allstars’, har í millum ein er Pál Joensen. Sí heimasíðuna her, har til ber at síggja skrá, beinleiðis úrslit og yvirlit yvir sjónvarpsrásir sum senda frá tiltakinum.


Liðini avdúkað til Europe vs USA 2013 Duel in the Pool

Sum fyrr nevnt verður tað aftur í ár skipað fyri ‘landsdysti’ millum USA og eitt evropeiskt All-Star lið, hesuferð í Glasgow hin 20. og 21. desember 2013. Bretsku vertirnir hava nú avdúkað liðini, sum telja millum annað Ryan Lochte, Tyler Clary, Jessica Hardy og Katie Ledecky fyri USA, Florent Manaudou, Yannick Agnel, Ranomi Kromowidjojo og Mireia Belmonte fyri Evropa, og so eisini okkara Pál Joensen.

Norðurlond verða bara umboðað av donsku Lotte Friis og Jeanette Ottesen, svensku Michelle Coleman og so Pál sum mannliga, norðurlendska umboðið, men bretski landsliðsvenjarin Bill Furniss heldur tó so at hetta er ein hin sterkasta manningin sum Evropa hevur haft, hesi árini sum fyriskipað hevur verið fyri slíkum holmgongum.

“The European Allstars features by far the strongest line up we’ve ever seen in what will be the third of these exciting biennial events,” said Furniss.

“Both teams include a multitude of Olympic and World champions and medallists, and therefore the head-to-head promises to be a dramatic encounter.

“The USA are sending a very strong team so the challenge facing the Europeans will be immense but it will provide a great spectator event at the home of next year’s Commonwealth Games.”

Continue reading Liðini avdúkað til Europe vs USA 2013 Duel in the Pool

Pál úttikin til 2013 Duel in the Pool millum USA og Evropa

Sum tit kunnu lesa millum annað á SwimmingWorld, so fara Evropa og USA aftur í desember at dystast í ‘Duel in the Pool’ kapping, í Tollcross høllini í Glasgow í Skotlandi. Dysturin verður 20 og 21 desember 2013, við luttøku av 22 teimum bestu monnunum og kvinnunum frá hvørjum parti, ið so sleppa at luttaka í upp til 6 greinum hvør, har stig so verða tald eftir hvussu nógv hvør partur vinnur. Eg havi frá rættiliga álítandi keldum frætt, at Pál Joensen er bæði boðin og hevur váttað at hann vil luttaka fyri Evropa 🙂

DSC00142