Donets 22.74 og evropamet í 50 rygg

Russiski Stanislav Donets megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg á EM á stuttgeil í Eindhoven, við tíðini 22.74 sum er 2 hundraðpartar skjótari enn nú fyrrverandi evropametið hjá honum á 22.76 frá EM í Istanbul í 2009. Hetta er fyrsta evropamet yvirhøvur í ár, og eitt vælkomið eitt, nú eftir at superdraktirnar vórðu bannaðar frá 1. januar 2010.

Swimming, European Championships, Eindhoven, 2010,

Pellegrini vann 800 frí í innleiðandi riðlinum

Italska Federica Pellegrini megnaði í dag tað sum Pál Joensen møguliga má royna eftir í Dubai, nevniliga at vinna heiðursmerki hóast at tilmeldingartíðin hjá henni ikki rakk til finalupláss. Hetta var á EM í Eindhoven, har tilmeldingartíðin hjá Pellegrini ikki var nóg góð til at verða ein av teimum 8 í finaluni, og har hon tí mátti tonsa í innleiðandi riðlinum í morgun. Tíðin hjá henni á 8:15.20 er besta tíð í Evropa í ár, og ferðin í innleiðandi viðførdi eisini, at írska Grainne Murphy vann bronsuheiðursmerki við 8:19.45. Sí úrslitalistan her.


Continue reading Pellegrini vann 800 frí í innleiðandi riðlinum

EM á stuttgeil 2010

EK_mascotte_mediumÁrliga evropameistarastevnan á stuttgeil er í Eindhoven nú 24. – 28. november 2010, sum lýst á www.ecswimming2010.nl, og her á heimasíðu hjá evropeiska svimjisambandinum LEN. Startlistarnir og úrslit fara at kunna síggjast her, ‘live timing’ verður her, og gjørligt verður eisini at kunna síggja kappingarnar beinleiðis á internetinum.


Continue reading EM á stuttgeil 2010

LEN fer at blóðtesta á EM nú í vikuni

Evropeiska svimjisambandið LEN skipar sum kunnugt fyri EM á stuttgeil her í vikuni, mest tí at teir skulu vegna sínar sponsoravtalur og líkandi, og hóast at nógvir av teimum bestu svimjarunum velja heldur at fokusera uppá heimsmeistarastevnuna í Dubai um knappan mánaða. Í viðfesta tíðindaskrivi skriva tey tó frá minst trimum stórum nøvnum sum fara at luttaka – italska Federica Pellegrini og týsku Britta Steffen og Paul Biedermann. Og avdúka hartil, at tey hesuferð fara at royna seg við blóðtest av svimjarum, har tað til nú annars allarmest hevur verið bara landroyndir.

Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM

Danska Svimjisambandið kunnger nú her teir svimjarar sum eru úttiknir til World Cup í Stockholm og EM á stuttgeil í Eindhoven, umframt teir sum eru ‘forhondsúttknir’ til HM á stuttgeil. Tríggir rættiliga áhugaverdir listar, har allur hópurin fer til World Cup í Stockholm, og har tey síðani verða býtt sundur í tey fýra bestu sum satsa uppá HM, og so hini sum fara til EM.
Continue reading Danir tikið út svimjarar til World Cup, EM og HM