Marius bjargaði fjórða degi á EJM 2016

Hóast vit í dag høvdu 4 svimjarar í kapping har tey sjálvu eiga føroysku metini, so riggaði tað tíverri ikki heilt so væl í dag. Eingin kom heilt niður á sína bestu tíð, fyrr enn Marius Gardshodn í 800 frí svam imponerandi 8:24.90, í mun til persónligt met á 8:27.98.

Continue reading Marius bjargaði fjórða degi á EJM 2016

Sára 4:22.79 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing, tá ið hon á EJM 2016 í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:22.79. Hon átti sjálv metini á 4:24.20 frá SuSvim í januar mánaða.

Tíðin hjá Sáru rakk til eitt 28. pláss av teimum 74 luttakandi, ella eitt 9. pláss um vit hyggja at bara teimum sum eru árgang 2001 ella yngri. Hyggja vit at norðurlondum, so var Sára næstskjótast, 58 hundraðpartar aftanfyri Katrine Bukh Villesen úr Danmark á 4:22.79.

7 gull til 7 lond á fyrsta degi av EJM 2016

Fyriskipararnir eru vælnøgdir nú aftaná fyrsta dag á EJM 2016, har tey fyrstu 7 junior-evropameistaraheitini fóru til 7 ymisk lond. Fyri okkum norðurlendingar eru stuttligasta úrslit vælsagtans, at Danmark tók sítt fyrsta gull nakrantíð í liðsvimjing á EJM, við at betra heili 6.24 sekund um danska juniormetið í 4×100 frí fyri gentur, niður á 4:43.42.

Images courtesy of A. Masini / Deepbluemedia

Sára 4:59.73 og nýtt føroyskt met og juniormet í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Hódmezővásárhely í Ungarn svam teinin uppá 4:59.73. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 5:00.47, frá Reykjavík International Games í januar mánaða, og er sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna undir 5 minuttir í 400 blandað.

Ásbjørg 34.61 og ájavnt við føroyska metið í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm legði hart út, tá ið hon kl 08:30 føroyska tíð luttók í allarfyrsta riðli á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing 2016, í Hódmezővásárhely í Ungarn. Tíðin 34.61 í 50 metra bringusvimjing var nevniliga júst sama tíð, sum hennara føroyska met frá Reykjavík International Games 2015. Hon hevði nokk gjarna viljað svomið bara éin hundraðpart skjótari 🙂

Úttøka til NMU og EJM 2016

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Tampere í Finnlandi hin 9. og 10. juli 2016, og til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Hódmezővásárhely í Ungarn frá 6. til 10. Juli 2016.

(EJM 2016 hylurin í Ungarn, sí ejsc2016.hu)

Continue reading Úttøka til NMU og EJM 2016