Landsliðsvenjarin Brian Marshall hevur beint nú sent ein rættiliga áhugaverdan teldupost til okkum fyrstaliðsvenjarar, um úttøku til NJM og evropeisku meistarakappingina í desember. Tað vísir seg at hørðu kravtíðirnar til NJM og EM ikki útiloka at onnur verða tikin út, men heldur lýsa hvørji sum eru vís í at sleppa við.
Til NJM ætlar Marshall at føroyska liðið skal vera millum 8 og 10 svimjarar. Tey sum hava klárað kravtíðina eru automatiskt úttikin, meðan restin so verður vald út alt eftir hvussu væl tey hava svomið í ár. Seinasta freist at prógva seg, er á svimjistevnuni í Vági, 17.-18. november.
Til EM ætla tey at taka út 2 dreingir og 2 gentur, við støði í FINA stigum, og aftur er svimjistevnan í Vági seinasta freist.
Eini onnur áhugaverd tíðindi í teldupostinum eru, at tey frá januar av ætla at hava ein dátugrunn og ‘rang-lista’ á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, til at kunna fylgja við í hvussu svimjararnir klára seg í mun til hvønn annan, og sum motivatión.