Eyðbjørn 29.59 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt stórt nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á SMS Jólasprint 2014 í Tórshavn svam teinin uppá 29.59 sekund. Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 30.00, frá FøroyaMeistarastevnuni í Havn í 2013.


Continue reading Eyðbjørn 29.59 og nýtt føroyskt juniormet í 50 bringu

Eyðbjørn 25.12 í 50 frí á EJM 2013

Eyðbjørn Joensen hevur í morgun luttikið í 50 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í svimjing, sum er í Poznan í Pólandi til og við í dag. Hann megnaði at svimja teinin uppá 25.12 sekund, sum er besta tíð hjá honum í mun til hansara 25.33 frá Danish Open í mars mánaða. Tað rakk til eitt 56. pláss í Poznan, sí úrslitalistan her. Magnus Jákupsson eigur føroyska metið og juniormetið frá donsku meistarastevnuni í 2012.

Eyðbjørn 2:01.88 í 200 frí á EJM 2013

Eyðbjørn Joensen luttók í morgun í 200 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í svimjing, og svam hann har teinin uppá 2:01.88 sekund, ið rakk til eitt 58. pláss. Sí úrslitalistan her. Eyðbjørn hevur fyrr svomið 2:00.88, á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum var í Keypmannahavn í fjør.

Eyðbjørn Joensen, Poznan 2013

Eyðbjørn 54.57 og nr 59 í 100 frí á EJM 2013

Eyðbjørn Joensen hevur í morgun luttikið í 100 metra frísvimjing, á evropeisku juniormeistarastevnuni í Poznan í Póllandi. Hann setti persónligt met 54.57 í mun til sína tilmeldingartíð á 55.13 frá NMU í Keypmannahavn í fjør. Tíðin rakk til eitt 59. pláss, sí úrslitalistan her.

Eyðbjørn Joensen, Poznan 2013

Føroyar 3:47.78 og nr 14 í 4×100 frí á EJM 2013

Teir fýra Eyðbjørn Joensen, Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Markus Joensen luttóku í morgun í 4×100 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í Poznan, og gjørdust teir har nummar 14 við tíðini 3:47.78. Splitt-tíðirnar vóru Eyðbjørn 55.09, Alvi 55.71, Óli 57.44 og Markus 59.54; teir eiga sjálvir føroyska juniormetið sum er 3:46.49 frá NMU í fjørsummar. Sí úrslitalistan her.

Føroyingarnir eru nú lidnir við fyrsta dag á EJM 2013, sum heldur áfram til og við sunnudagin.

Markus og Eyðbjørn, Poznan 2013

Óli, Alvi og Eyðbjørn nr 50, 52 og 55 í 400 frí á EJM 2013

Teir tríggir Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Eyðbjørn Joensen hava í morgun luttikið í 400 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil, og gjørdust teir har ávíkavist nummar 50, 52 og 55, við tíðunum 4:10.85, 4:12.58 og 4:19.68. Eitt sindur frá teirra bestu tíðum, har Óli á Reykjavík International í januar svam 4:06.44 og og Alvi á NMU í fjørsummar svam 4:08.18. Sí úrslitalistan her.

Eyðbjørn Joensen, Poznan 2013

Eyðbjørn vann silvur í 200 firvald í Bergen

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann silvur í 200 firvald fyri yngri juniorar. Tíðin hjá honum var 2:23.74, meðan tilmeldingartíðin var 2:15.91. Skjótasti yngri juniorur var Morten Wee Hollund við tíðini 2:11.89.
Pál Joensen, Óli Mortensen og Eyðbjørn svumu 400 frí innleiðandi við tíðunum 4:02.11, 4:11.83 og 4:12.08. Pál hevði næstskjótasta tíð í morgun aftaná Anders Lie (3:59.81). Óli og Eyðbjørn høvdu bestu og 3. bestu tíð hjá yngru juniorunum, meðan norski Henrik Christiansen hevði næstskjótastu tíð (4:12.01).
Óli svam eisini 100 blandað innleiðandi og hevði 4. bestu tíð hjá yngru juniorum. Tíðin hjá honum var 1:05.13. Tilmeldingartíðin var 1:05.84.
Í síðstu kapping í morgun svam Magnus Jákupsson 50 bringa innleiðandi. Hann kom á mál sum 4. skjótasti eldri juniorur við tíðini 31.81. Tilmeldingartíðin hjá honum var 30.68.
So eftir øllum at døma fingu allir føroyingarnir antin heiðursmerki ella finalupláss í morgun.