Italska svimjidrotningin Federica Pellegrini kunngjørdi í gjárkvøldið, at hon er testað positiv fyri COVID-19, og at hon tí ikki kann ferðast við liði sínum til ISL-stevnuna í Budapest. Hon kendi seg illa aftaná venjing mikudagin, við pínu umframt at hon hevði eyman háls, og fór tí at testa seg.
Cecilia Eysturdal úr Ægir svam 4:42.88 frí í innleiðandi riðli í morgun. Hennara juniormet er 4:40.09 frá Mare Nostrom í Barcelona í fjør. Føroyskt met hjá Jutta Thomsen er 4:31.38. Splitttíðirnar hjá Cecliu vóru 31.87, 1:07.13 (35.26), 1:43.12 (35.99), 2:19.16 (36.04), 2:55.24 (36.08), 3:31.80 (36.56), 4:08.01 (36.21).
Stóra sjokkið í morgun var, at italska Federica Pellegrini, sum vann 200 frí gjár, svam ov spakuligt til at fáa finalupláss. Hennara tíð var 4:14.27 – ella 1.22 sekund frá finalupláss. Pellegrini var kosin ársins evropeiskur svimjari og evropeisk ítrottarfólk í fjør, og verður mett at vera gull vónin hjá Italia í 200 frí og 400 frí. Italia liggur at vinna 10 gull í øllum ítrottargreinum í London.
NRK og Norges Svømmeforbund avdúka nú at evropeiska svimjisambandið LEN hevur valt norska Alexander Dale Oen til ársins mannliga svimjara í Evropa, við atkvøðugreiðslu millum tey 51 limalondini og fjølmiðlafólk. Hetta í tættari kapping við franska Camille Lacourt, 31.9% ímóti 28.9%. Ársins kvinnuligi svimjari bleiv nógv meira yvirbevísandi italska Federica Pellegrini, við 62.9% ímóti 15.7% til bretsku Rebecca Adlington og 14.3% til svensku Therese Alshammar.
Í havsvimjingini vórðu tað Keri-Anne Payne úr Bretlandi og Thomas Lurz úr Týsklandi, aftur yvirbevísandi 42.0% í mun til 24.6% til italsku Martina Grimaldi og 58.8% í mun til 17.6% til grikska Spyridon Gianniotis. Felags fyri øll hesi er, at tey vunnu minst eitt gullheiðursmerki á HM í Shanghai, Pellegrini í 200 og 400 frí, Alex í 100 bringu, Lurz á 5 km og Payne á 10 km.
Bretska Rebecca Adlington svam her í vikuskiftinum 400 frí á langgeil uppá 4:02.84, á bretsku meistarastevnuni sum samstundis er úttøkustevna til Shanghai. Á Speed Endurance Swimming Blog spurdi Willdridge tá um hon var tann besti 400 metra frísvimjarin í verðini, við tilvísing til italsku Federica Pellegrini. Men nú svarar Fede aftur, við at svimja 3:57.59 í 400 frí á stuttgeil, fyrsta italska met síðani superdraktirnar fóru, og eftir øllum at døma ikki niðurtrappað sum Adlington.
Italska Federica Pellegrini hevur í dag betrað um sítt heimsmet í 200 frí á langbana, frá 1:54.82 á OL í Beijing, til 1:54.47 á italsku meistarastevnuni. Splitt-tíðirnar vóru 27.31, 56.05 (28.74), 1:25.63 (29.58) og 1:54.47 (28.84). Lesið her á SwimmingWorld Magazine.
Hálendska Marleen Veldhuis hevur sett heimsmet í 50 frí við tíðini 24.09, har Inge de Bruijn átti gamla metið á 24.13, og italska Federica Pellegrini setti løtu seinni heimsmet í 400 frí við tíðini 4:01.53, har gamla metið hjá Laure Manaodou var 4:02.13. Lesið her og her á SwimInfo.