FINA lanserað nýggja styrkismetingarskipan

Altjóða svimjisambandið FINA fráboðar nú at tey hava lanserað eina nýggja og betri skipan til innanhýsis styrkismeting av alheims svimjarum, at finna her á fina.org. Til ber at samanbera svimjarar úr øllum heiminum ella til dømis frá bara einum ávísum landi, og sum nakað nýtt kunnu tey 202 limafeløgini nú sjálvi senda inn eyka úrslit, sum so verða eftirkannað av serkønum fólki hjá FINA. Skipanin verður rættiliga skjótt víðkað til eisini at umfata eina skipan til at melda til HM í Shanghai, og hartil ætla tey at gera tað gjørligt hjá miðlum og almenninginum sum heild at heinta biografiir um svimjararnar úr henni.

USA Swimming fer allíkavæl ikki at krevja umskipan av FINA

“The USA Swimming Board of Directors” hevur noktað at stuðla avgerðini hjá teirra “International Relations Committee”, at fara at skjóta upp eina umskipan av FINA á næstkomandi FINA kongress. “International Relations” nevndin hevði annars atkvøtt fyri hesum við 14 atkvøðum ímóti 6, og hevur uppbakning frá nógvum høgtstandandi amerikanskum venjarum. Men tað verður so ikki hesu ferð, at USA fer at krevja FINA umskipað. Les SwimNews.com

USA Swimming avgjørt at fáa umskipað FINA

‘International Relations’ nevndin hjá USA Swimming avgjørdi á telefundi 15. november við 14 atkvøðum ímóti 6, at fara víðari við uppskotinum hjá John Leonard stjóra í American Swimming Coaches Association, at biðja um eina ‘massiva yvirháling’ av FINA nevndini. Leonard vísir á deyðan hjá Fran Crippen sum orsøk nokk til at fáa umskipað FINA. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.
Continue reading USA Swimming avgjørt at fáa umskipað FINA

Er tað nú liðugt við demokratisku tilgongdini hjá FINA ?

Hetta spyr John Leonard formaður í American Swimming Coach Association, í almennum skrivi her á SwimmingWorld Magazine og á www.swimmingcoach.org. Stjórnin í FINA ætlar nevniliga at avtaka rættin hjá limasambondum sum til dømis Svimjisambandi Føroya at koma við málum at viðgera á regluligu kongressini, fyri í staðin at loyva bara stjórnini í sjálvum FINA at koma við uppskotum. Ein rættur sum til dømis í fjør viðførdi, at USA hóast mótmæli frá ovastu FINA stjórnini legði uppskot fram um at avtaka superdraktirnar, ið síðani varð samtykt við 186 atkvøðum ímóti 6.
Continue reading Er tað nú liðugt við demokratisku tilgongdini hjá FINA ?

Arabarar umhugsa eina superdrakt-stevnu í vetur

SwimNews.com veit í dag at siga, at eitt “Middle East Consortium” í Qatar umhugsar eina stevnu við flottum pengapremium har suðuri umleið á jólum, har loyvt skal vera at svimja í superdraktum. Men hetta vil FINA ikki hoyra talan um – stjórin Marculescu sigur at reglurnar viðvíkjandi svimjidraktir verða óbroyttar í øllum førum fram til OL í London í 2012, og at ein og hvør svimjari undir FINA sum velur at kappast í sovorðnari kapping uttanfyri FINA, verður straffaður við 1 ára karantænu (!)

“There are so many opinions on the subject of suits but what is clear is that until London 2012 we will stay with the current rules. There will be no change. If any group decides to go ahead with anything like that (shiny suits cash-prize event) we would immediately inform all federations that if they or their members take part they will be suspended for a year. We have a lot of instruments to prevent this.”

Áhugaverdar avgerðir á FINA fundi í Bangkok

Altjóða svimjisambandið FINA listar í tíðindaskrivi her á www.fina.org upp tær høvuðsavgerðir sum FINA Bureau’ið hevur tikið á fundi í Bangkok tann 14. – 15. januar. Tað sær út til at tey millum annað hava bannað superdraktum hjá masters við afturvirkandi kraft frá 1. januar 2010, og at tey frá 1. juni fara at gera tað sama í ‘open water’ svimjing (t.e. havsvimjing). Hartil fara tey at kanna møguleikan fyri at innføra ‘biologisk pass’ til svimjarar, og at tey fara at endur-analysera doping-royndirnar frá HM í Rom fyri “plasticizers”. Hartil ætla tey at innføra kravtíðir til HM í 50 metra hyli, og í skrivinum verður eisini staðfest, at tey sum er ikki ætla at gera nakað við superdrakt-heimsmetini.
Continue reading Áhugaverdar avgerðir á FINA fundi í Bangkok

FINA letur fyribils heimsmetini hava frið

SwimNews veit at siga úr Thailandi, at FINA fundurin har hevur avgjørt ikki at fylgja tilmælinum frá eini venjarakommissión, um at fáa í lag tvey sett av heimsmetum (eitt til øll heimsmet yvirhøvur, og eitt til heimsmet sum ikki eru sett í superdrakt). Hetta einamest tí at venjararnir hava fráboðað, at teir ynskja at broyta sítt tilmæli. FINA velur tí fyribils at lata heimsmetini standa sum tey eru, og ætlar so at taka málið upp aftur einaferð seinni í ár. Les swimnews.com

FINA ásett 1. januar 2010 sum dagin tá ið superdraktirnar rúka

Sambært AP hevur FINA nú ásett 1. januar 2010 sum dagin tá ið menn ikki longur mugu svimja í heildrakt ella langum buksum, og tá ið draktir hjá kvinnum ikki mugu ganga longur niður enn á knæ. Tey ætlaðu annars at bíða til einaferð í apríl ella mai, men hava nú flutt dagin fram til 1. januar, eftir at venjarin hjá Michael Phelps, Bob Bowman, hevur hótt við at taka Phelps púra burtur úr kapping, til draktirnar eru burtur.

FINA forsetin forsvarar seg, og fer frá

Hetta er umleið slaturin frá SwimNews.com í dag, at FINA forsetin Mustapha Larfaoui ikki angrar at hava loyvt Speedo LZR draktini í fjør, og at hann mest sannlíkt fer at trekkja seg frá valdysti um forsetapostin í summar, ímóti Julio Maglione, sum í løtuni er kassameistari hjá FINA. Umberingin viðvíkjandi draktum er stutt sagt at “We are not experts in materials, and when a problem presented itself, we took all necessary actions”. Og hitt við valdystinum, er nokk mest tí at hann tó so hevur sæð skriftina á vegginum.

FINA ætlar sær ‘at skera krabbameinið burtur’

“We are here to cut the cancer out”, segði FINA ovastin Cornel Marculescu sambært SwimNews.com við journalistar á Lausanne Palace Hotel í dag, um støðuna viðvíkjandi superdraktum. “We cannot achieve everything … This is a transitional period. We will do the right thing for swimming. Rome will be part of the process but if the suits are still being written about in January next year as they are now, then you can shoot us. We will deserve that. Our job is not easy. I believe in the near future it will be like doping: your first sentence will criticise us and your second sentence will applaud us because the suits will not be an issue any more”.
Continue reading FINA ætlar sær ‘at skera krabbameinið burtur’