Ein dag møtast teir …

Alt for matematiskt, men eg kundi ikki lata verða: Her eru úrslitini hjá Glæsner og Joensen samanborin frá DMK í Greve tann 27-10-2007, frá EKM í Debrecen tann 15-12-2007 og frá Stockholm nú í dag. Og so ‘trendlinjur’ roknaðar við Excel, til at síggja hvussu ‘trendurin’ er á teirra betringum. Sær út til at teir møtast einaferð á vári í 2009, ov seint til EKM í Rijeka men tíðsnokk til HM í Rom 🙂

1500betringar

2 heimsmet í kvøld

Fyrst setti amerikanski Peter Marshall sítt næsta heimsmet á hesu stevnu, tá ið hann svam 50 rygg í tíðini 23.05, við Randall Bal sum nr 2 á 23.07 og Robert Hurley á 23.36, har heimsmetið hjá Hurley var 23.24. Og síðani endaði svenska Therese Alshammar stevnuna við at seta heimsmet í 50 firvald, tá ið hon svam teinin í tíðini 25.31, har heimsetið hjá Felizy Galvez úr Avstraliu var… 25.32.

Pál silvur á World Cup í Stockholmi

OL-gullvinnarin Mellouli hevði ov ringa øksl til at kunna svimja 1500 frí í kvøld; og tí gjørdist dysturin fyrst og fremst milum Pál Joensen úr Føroyum, Mads Glæsner úr Danmark og Robert Margalis úr USA. Margalis reyk skjótt afturum, og so fylgdust Pál og Glæsner, til Glæsner knappliga gjørdi eitt lop umleið 600 metrar inni í kappingini. Pál royndi at svara aftur, men valdi so allíkavæl at dragna, og tyktist so at endanum at ‘doyggja’. Flott norðurlendskt met til Glæsner, og enn ein biti tikin av føroyska metinum hjá Páli.

Úrslit frá kappingini:

  1. Mads Glæsner (DEN), 14:38.87
  2. Pál Joensen (FAR), 14:48.89
  3. Daniel Fogg (GBR), 15:13.70
  4. Robert Margalis (USA), 15:26.21
  5. Viktor Bromer (DEN), 15:31.18
  6. Jesper Svensson (SWE), 16:12.67

Splitt-tíðir o.t. kunnu síggjast í offisiella úrslitalistanum

Pál og Elspa ‘live’ frá kl 17:40 í kvøld

Pál svimur 1500 frí í fyrstu kapping kl 17:40, og Elspa svimur 100 rygg kl 18:47. Alt føroyska tíð.

TRÝST HER TIL AT SÍGGJA FINALURNAR ‘LIVE’ Á INTERNETINUM
(krevur møguliga Internet Explorer, útgáva 5.5 ella nýggjari. Og byrjar fyrst kl 18, sum ikki umfatar Pál)

Um ‘live tíðir’ ikki síggjast her niðanfyri, so royn at lesa svimjing.com inn av nýggjum. Um tað ikki riggar, so royn heldur á omegatiming.com

(flutt longur niður, nú eftir stevnuna, til ikki at órógva forsíðuna)

Um tit tilfeldigvís síggja SVT24, so senda tey tað eisini.

SKRÁIN ER HER

Ein upptakt finst her, har eg havi listað upp hvussu favorittarnir hava splittað sína bestu tíð, tá einaferð.
Continue reading Pál og Elspa ‘live’ frá kl 17:40 í kvøld

Elspa er í finaluni í 100 rygg

Her var vist nokk okkurt galið við Live Timing, so at tað hvørki koyrdi ella listaði upp úrslit, fyrr enn tey fyrstu høvdu svomið. Men Elspa fekk altso 6. bestu tíð, 1:00.36, og er tí í finaluni. Lovisa Ericsson fekk 3. bestu tíð, og Sanja Jovanovic varð nr 7 🙂

Í 100 blandað gjørdist Elspa nr 12 við tíðini 1:03.53, og kom tí ikki í finaluna har. Tilmeldingartíðin var 1:03:05, so hon er nokk ikki blíð.

Marshall setti nýtt heimsmet í 100 rygg í gjár

Orsaka, helt at eg koyrdi tað á heimasíðuna í gjár, men tað fór bara í chattið. Amerikanski Peter Marshall setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 100 rygg á stuttbana, tá ið hann svam teinin í tíðini 49.94 sekund. Ein video av svimjingini kann síggjast her á YouTube, tíverri uttan møguleika at leggja beinleiðis her á síðuna. Og nei, hann varð ikki fyrsti maður undir 50 sekund í 100 rygg, tí metið hjá Ryan Lochte var 49.99.

Sá, nú skal Elspa svimja 100 rygg og 100 blandað

Elspa hevur sambært startlistanum 5. bestu tilmeldingtíð í 100 rygg, og 11. bestu í 100 blandað. Svimur á geil 5 í riðli 2 í 100 rygg, undir liðini á Sophie Edington, og á geil 2 í riðli 2 í 100 blandað, har svimjarin á geilini uttanfyri hana er svensku Lovisu Ericsson, sum onkur kanska minnist frá NJM og EJM.

vlcsnap-375580