Tag: FINA World Cup 2008
Kommandosentralurin á Toftum
Myndir úr høllini í Stockholmi
Hvør sín svimjitjóð, men vit kenna tey bæði…
Pal the Pirat
Har má verða onkur svenskur sjónvarpsteknari sum hevur reyð oyru nú, eftir at Pál Joensen skiftivís var undir bretskum og avstralskum hentleikaflaggi, og eina løtu enntá flaggaði við svarta sjórænaramerkinum.
Elspa nr 4 í 200 rygg
Hon svam 2:08.73, og sostatt væl skjótari enn tilmeldingartíðin á 2:12.58. Í 50 rygg gekk ikki heilt so væl, við tað at hon svam 28.27 og gjørdist nr 7, har tilmeldingartíðin var 27.99. Men man ikki 200 rygg hava ligið í bakhøvdinum, tá ið hon svam 50?
Pál nr 4 í 400 frí
Eingin kundi røra Mellouli, og Glæsner var tíverri alt ov væl fyri, so saman við Biedermann fingu teir trýst Pál aftur á fjórðaplássið. Glæsner fór nokk eftir danska metinum hjá Jacob Carstensen á 3:42.08, men náddi tað ikki við sínum 3:42.79. Pál setti hinvegin føroyskt met við meira enn einum sekundi (3:44.07, har metið var 3:45.21). Mellouli, well hann setti persónligt met við 3:38.42, har hann fyrr hevði svomið 3:40.49. Sí annars úrslitalistan her.
Vanderburgh fyrsti maður undir 26 í 50 bringu
Suðurafrikanski Cameron van der Burgh gjørdist júst nú fyrsta menniskja nakrantíð undir 26 sekund í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann setti heimsmet við tíðini 25.94. Hann setti sum kunnugt eisini heimsmet í bæði 50 og 100 bringu í vikuskiftinum, so sum tey siga í FINA streamingini: “3 World Records in as many days!”
Nú verður tað, føroyingar í trimum World Cup finalum !!
Elspa svimur 50 rygg kl 18:52, Pál 400 frí kl 19:16, og so aftur Elspa 200 rygg kl 19:47. Alt føroyska tíð.
TRÝST HER TIL AT SÍGGJA FINALURNAR ‘LIVE’ Á INTERNETINUM
(krevur møguliga Internet Explorer, útgáva 5.5 ella nýggjari)
Til ber eisini at fylgja við splitt-tíðunum ‘live’ her á omegatiming.com
Og um tit tilfeldigvís síggja SVT24, so senda tey tað eisini.
Ein upptakt finst her, har eg havi listað upp hvussu favorittarnir hava splittað sína bestu tíð, tá einaferð.
Continue reading Nú verður tað, føroyingar í trimum World Cup finalum !!
Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí
Glæsner legði út sum eitt lokomotiv í fyrsta riðli, men Pál hevði fyrimun av at liggja undir liðini á Mellouli, í næsta riðli. Pál er sostatt styrkismettur sum nr 3 í finaluni í 400 frí í kvøld. Og nú Elspa kom í finaluna í 50 rygg, so merkir tað at tveir føroyingar fara at svimja ‘live’ í kvøld, á SVT24 og sum webcast, frá kl 18:00 føroyska tíð, umframt sum ‘live timing’ á omegatiming.com.
Her er startlistin til teir 50 rygg hjá Elspu, og her er hann til teir 400 hjá Páli. Elspa liggur bara eina geil frá Sanju Jovanovic úr Kroatia, sum eigur heimsmetið í 50 rygg, og Pál sleppur aftur at svimja undir liðini á Mellouli, sum hevði bestu tíð í morgun.
Her eru splitt-tíðirnar hjá Páli frá í morgun:
Elspa er eisini í Stockholm
Hon skal svimja 50 rygg nú um eina lítla løtu, í riðli 1, eftir at mennirnir her hava svomið 100 rygg. Hon hevur tilmeldingartíð 27.99, og liggur til eitt sættapláss.