Pál luttekur í innleiðandi 400 frí á World Cup stevnuni í Stockholm í morgun, og klárar vónandi tá at gerast millum 8 teir skjótastu, sum er kravið til at sleppa í finaluna í kvøld. Hann hevur sum er sjeyndbestu tilmeldingartíð. Fylgjast kann við innleiðandi riðlunum á www.omegatiming.com frá kl 09:00 føroyska tíð, og finalan verður hartil sjónvarpað av SVT24 og streamað ‘live’ frá kl 18:00 føroyska tíð. Neyðugt er at brúka Internet Explorer, til at kunna síggja streamingina.
Nøkur met:
- Føroyskt met: 3:45.21 (Pál Joensen, FAR, Kolding 26. okt. 2008)
- Danskt met: 3:42.08 (Jacob Carstensen, DEN, Sheffield 14. mar. 1998)
- Norðurlendskt met: 3:40.81 (Anders Holmertz, SWE, Paris 4. feb. 1990)
- Evropeiskt met: 3:37.35 (Yury Prilukov, RUS, Manchester 11. apr. 2008)
- Heimsmet: 3:34.58 (Grant Hackett, AUS, Sydney 18. jul. 2002)
8 teir bestu:
Nr | Navn | Tjóð | Føddur | 100m | 200m | 300m | 400m | Stað og dagfesting |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Paul Biedermann | GER | 1986 | 53.50 | 1:48.66 | 2:43.40 | 3:38.22 | Berlin 17. nov. 2007 |
2 | Robert Hurley | AUS | 1986 | 53.05 | 1:48.99 | 2:45.42 | 3:42.50 | Melbourne 22. sep. 2008 |
3 | Oussama Mellouli | TUN | 1984 | ? | ? | ? | 3:43.33* | ? |
4 | Robert Margalis | USA | 1982 | ? | ? | ? | 3:44.15* | ? |
5 | Nicolas Frost | AUS | 1986 | 53.02 | 1:50.23 | 2:47.65 | 3:44.44 | Melbourne 31. aug. 2007 |
6 | Mads Glæsner | DEN | 1988 | ? | ? | ? | 3:44.98* | ? |
7 | Pál Joensen | FAR | 1990 | 53.71 | 1:51.00 | 2:48.55 | 3:45.21 | Kolding 26. okt. 2008 |
8 | Christoffer Vikström | SWE | 1987 | 54.65 | 1:53.81 | 2:53.45 | 3:52.72 | Jönköping 24. nov. 2007 |
*Mellouli hevur svomið 3:40.49 í Sydney tann 25. oktober 2008
*Margalis hevur svomið 3:42.22 í Shanghai tann 7. apríl 2006
*Glæsner hevur svomið 3:44.91 í Debrecen tann 13. desember 2007
3 | Oussama Mellouli | TUN | 1984 | 25.59 | 53.35 | 1:50.18 | 3:40.49 |
Sydney 25. okt. 2008 |
4 | Robert Margalis | USA | 1982 | 26.08 | 54.01 | 1:50.46 | 3:43.22 |
Shanghai 7. apr. 2006 |
6 | Mads Glæsner | DEN | 1988 | 26.50 | 55.02 | 1:52.03 | 3:44.91 | Debrecen 13. des. 2007 |
Onnur áhugaverd føroysk met: