Amerikanska Jessica Hardy og suðurafrikanski Cameron van der Burgh gjørdust tey bæði sum fingu flest toppúrslit á teimum fimm World Cup stevnunum, og harvið tey sum vunnu hvør sínar 100.000 dollarar, út yvir tað sum tey vunnu við at gerast nummar 1, 2 ella 3 á ymiskum stevnunum, og tær mongu ferðir 10.000 dollarar sum tey fingu fyri at seta hvørt heimsmet. Nummar tvey vórðu svenska Therese Alshammar og suðurafrikanski Roland Schoeman, sum tí vunnu hvør sínar 50.000 dollarar; og 30.000 dollarar fóru til niðurlendsku Hinkelien Schreuder og amerikanska Peter Marshall, fyri at gerast nummar 3 í samlaðu kappingini. Les til dømis her og her á www.fina.org.
Tag: FINA World Cup 2009
3 nýggj heimsmet á World Cup í Singapore
World Cup í Singapore gjørdist ikki heilt tann sama heimsmetaveitsla sum undanfarnu World Cup stevnur, kanska partvíst vegna stóra tíðarmunin og harav fylgjandi ‘jet lag’ hjá Jessica Hardy og hinum sum luttóku eisini í Berlin. Fyrsti dagurin gav einki heimsmet, men í nátt komu so trý, í 400 blandað hjá kvinnum, 50 rygg hjá monnum og 50 firvald hjá kvinnum. 400 frí hjá monnum vann tunesiski Oussama Mellouli, og 1500 frí vann avstralski Robert Hurley.
Í 400 blandað var tað suðurafrikanska Kathryn Meaklim sum knústi heimsmetið hjá sponsku Mireia Belmonte Garcia, við at svimja 4:22.88 har Garcia í desember 2009 svam 4:25.06. Í 50 rygg betraði amerikanski Peter Marshall um sítt egna heimsmet, við at svimja 22.61, har hann á World Cup stevnuni í Stockholm herfyri svam 22.73. Og í 50 firvald betraði svenska Therese Alshammar somuleiðis um sítt heimsmet frá World Cup stevnuni Stockholm, við nú at svimja 24.38, har hon í Stockholm svam 24.46.
Continue reading 3 nýggj heimsmet á World Cup í Singapore
Bowman: 100 meturin fer at missa mest við superdraktunum
Craig Lord hevði í leypi av World Cup í Berlin eitt interview við Michael Phelps og venjara hansara Bob Bowman, sum tit kunnu lesa her á SwimNews.com, har Bowman millum annað sigur rættiliga áhugavert: “After January 1, the 100m freestyle, I would say, is probably going to be the most different race of all of them, given what’s happened. Those last 20m are going to be critical. In those last 20m you are going to need to be there. You are going to have to be on it at the finish. Michael’s good at that. You are not going to be able just to let the suit carry you, to go out easier.”
Continue reading Bowman: 100 meturin fer at missa mest við superdraktunum
Marshall hyggar sær bara á World Cup
Amerikanski Peter Marshall setti sum kunnugt heimsmet í 50 rygg herfyri, fyrst á World Cup stevnuni í Durban, og síðani aftur á World Cup stevnuni í Stockholm. Men egentliga ætlaði hann sær at gevast í fjør, eftir tvær ferðir at hava miseydnast at koma við til Olympisku leikir. Ætlaði sær at enda við World Cup stevnunum, og vísti seg so knappliga at kunna vinna og seta heimsmet, hóast hann egentliga bara hyggaði sær. So tað ger hann aftur í ár, og ætlar sær aftur komandi ár, meðan hann brúkar tíðina runt um sjálvar svimjikappingarnar, til at svimja við hávum og spæla turist. Les her á reachforthewall.com
Hi hi, Biedermann og Jones brúka ‘gamla’ startin
Bloggan www.reachforthewall.com hjá the Washington Post spekuleraði fyrst her uppá, um tað kanska vóru teir nýggju ‘track-skamlarnir’ sum eisini viðførdu, at so nógv heimsmet vórðu sett í Stockholm og Berlin. Men síðani skriva tey her, at tveir av teimum heilt stóru profilunum í Berlin, Paul Biedermann og “Lethal” Leisel Jones faktiskt slettis ikki brúktu nýggju møguleikarnar, tá ið tey settu síni heimsmet. Av teirri einføldu orsøk, at tey enn starta uppá góða gamla mátan sum tey altíð hava gjørt… við báðum fótum fremst á skamlinum 🙂
Móttøka fyri World Cup svimjarunum
Nakrar útvaldar myndir frá móttøkuni á Farstøðini í Havn í gjár …
Mona og Shaila
Continue reading Móttøka fyri World Cup svimjarunum
Móttøka fyri World Cup svimjarum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Í samband við at World Cup svimjarar okkara koma heim í dag úr Berlin verður skipað fyri móttøku á farstøðini í Tórshavn kl. 15.15.
Í dag kl. 14.00 lendir World Cup liðið hjá Svimjisambandinum í Vágum, úr Vágum verður farið beinleiðis til Havnar har móttøka er fyriskipað á Farstøðini.
Sprintarin Bousquet trenar ikki einki
Scaq.blogspot.com hevur funnið eina samrøðu við fronsku sprintstjørnuna Frederick Bousquet á Gala.fr, har Bousquet greiðir frá sínari venjing, umframt øðrum sum til dømis hvat hansara tatoveringar merkja. Og tað er altso ikki einki sum ein sovorðin sambært sær sjálvum ‘dovin’ sprintari venur: 6 tímar um dagin, har hann byrjar við svimjing frá kl 08:00 til 09:15, fyri síðani at renna ella súkkla kl 10:00, lyfta vektir frá kl 13:00 til 14:00, svimja aftur frá kl 17:00 til 18:15, og so aftur venja búkvøddarnar í ein tíma.
Føroyar lá ájavnt Frakland í Berlin
Nokso hugvekjandi at Føroyar lá ájavnt Frakland í heiðursmerkjabýtinum í Berlin. Fraklendingar høvdu allarhelst vónað eitt betri úrslit. Suðurafrikanarir fingu flest heiðursmerkir, meðan danir gjørdust nr 5.
10 heimsmet, annan dag í Berlin
Týski Paul Biederman gjørdist fyrsti maður undir 1:40 í 200 frí, tá ið hann í dag á World Cup stevnuni í Berlin svam 1:39.37, har heimsmetið hjá honum frá somu stevnu í fjør var 1:40.83. Amerikanska Jessica Hardy betraði enn meira um sítt heimsmet í 50 bringu, við nú at svimja 28.80, har heimsmetið hjá henni frá World Cup í Stockholm her í vikuni var 28.96. Suðurafrikanski Cameron van der Burgh setti síðani í næstu finalu heimsmet í 100 bringu, við at svimja 55.61, har heimsmetið hjá honum frá í august mánaða var 55.99. Russiski Evgeny Korotyshkin knústi sítt heimsmet frá World Cup í Moskva herfyri, við nú at svimja 100 firvald uppá 48.48, har hann í Moskva svam 48.99. Japanska Shiho Sakai setti síðani stórt heimsmet í 100 rygg, og gjørdist fyrsta kvinna undir 56 sekund, við at svimja 55.23, har heimsmetið hjá henni frá í februar mánaða var 56.15.
Kinesiska Liu Zige skar næstan tvey sekund av sínum longu imponerandi heimsmeti frá World Cup í Stockholm í vikuni, við nú at svimja teinin uppá 2:00.78, har hon mikudagin setti heimsmet við 2:02.78. Suðurafrikanski Darian Townsend vant í 200 blandað burtur úr sjálvum Phelps, og setti nýtt heimsmet við 1:51.55, har heimsmetið hjá amerikanska Ryan Lochte frá í apríl í 2008 var 1:51.56. Avstralska “Lethal” Leisel Jones er av álvara aftur, nú hon við 2:15.42 setti heimsmet í 200 bringu, har heimsmetið hjá kanadisku Annamay Pierse frá fyrr í ár var 2:16.83. Hálendska Hinkelien Schreuder sorlaði metið í 100 blandað, og gjørdist fyrsta kvinna undir 58 sekund á teininum, tá ið hon setti heimsmet við tíðini 57.74, har Jing Zhao’s heimsmet frá World Cup í Stockholm mikudagin var 58.40. Og russiski Arkady Vyatchanin setti heimsmet nummar 10 í finaluumfarinum í dag, við at svimja 1:46.11 í 200 rygg, har heimsmetið hjá suðurafrikanska George du Rand frá World Cup í Moskva var 1:47.08. Les swimmingworldmagazine.com