Tíðindaskriv frá Svimjisambandið Føroya
Triðja norðurlendska metið uppá 9 dagar
Seinasta føroyska luttøkan í FINA World Cup á hesum sinni var finalan í 1500 frí í Berlin. Í einum dysti av teimum heilt stórum var Pál á seinasta hundraðmetrinum lagdur aftur um, av einum sera vælsvimjandi italiumanni Frederico Colbertaldo. Olympiski- og heimsmeistarin Mellouli møtti ikki upp til finaluni, so kappingin var millum Colbertaldo og Pál. Eingin ivi var um, at Pál hevði lúrt italiumannin av til kappingina í Stockholm. So tá Colbertaldo royndi at fara frá Pál við 900 metrum, so svaraði Pál aftur, og helt italimannin aftanfyri seg. Endaliga avgerðin fall so heldur ikki fyrr enn á seinasta hundraðmetrinum, har Colbertaldo gav alt hann átti og kom heim við 0:26.95 og 0:26.94 ímóti 0:28.06 og 0:28.24 hjá Pál. Colbertaldo vann gull við 14:29.46 og Pál fekk silvur við 14:32.15. Við hesari tíð setti Pál á triðja sinni í 9 dagar nýtt norðurlendskt met.
Continue reading Pál Joensen, kongur av norðurlendskum langteini