Berlin – kappingin harðnar

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen móti evropeiska-, heims- og olympiska meistarunum

Pál Joensen skal nú á triðja sinni royna seg á World Cup stevnu í ár, hesuferð í Berlin, leygardag og sunnudag 14. – 15. november 2009, og hesuferð saman við trimum øðrum svimjarum úr Føroyum.

shaila mona pauli
Continue reading Berlin – kappingin harðnar

Alshammar heimsmet í 50 firvald

Nú gjørdi tað nokk ikki so nógv, at kinesiska Jing Zhao beint í áðni tók heimsmetið frá ‘Tessuni’ í 100 blandað, tá ið hon beint eftir kundi sleppa sjálv at seta stórt heimsmet í 50 firvald, á heimabana í síðstu kapping á World Cup í Stockholm. Nýggja heimsmetið hjá Theresu Alshammar er 24.46, har heimsmetið hjá henni frá World Cup í Durban í oktober var 24.75. Sí úrslit

Nýtt norðurlendskt met til Pál Joensen

Pál Joensen kláraði akkurát at seta norðurlendskt met, á World Cup stevnuni í Stockholm, tá ið hann svam teir 1500 frí 5 hundraðpartar skjótari enn í Moskva, eini 7 sekund skjótari enn danin Mads Glæsner, men tíverri eisini eini fýra sekund spakuligari enn evropameistarin Federico Colbertaldo úr Italia. Colbertaldo setti World Cup met við 14:28.35, har metið hjá sjálvum Grant Hackett var 14:29.51, frá World Cup í Sydney heilt afturi í 2000. Pál vann silvur við nýggjum norðurlendskum meti á 14:32.59, og Mads Glæsner vann bronsu við tíðini 14:39.88. Sí úrslit

WC-Stockholm-2009-1500-Colbertaldo-Joensen-Glaesner

Sjónvarpið sendir beinleiðis frá 1500 frí í kvøld

Havi júst frætt frá Kringvarpinum sjálvum, at tey fara at senda 1500 frí finaluna beinleiðis í sjónvarpinum í kvøld, frá kl 17:40 føroyska tíð. Sikkurt einasta rás í heiminum sum vísir 1500 meturin ‘LIVE’, við tað at almenna streamingin annars fyrst byrjar kl 18:00.

Fylgið eisini við á www.svimjing.com/live

Jessica Hardy undir 29 sekund í 50 bringu

Jessie HardyAmerikanska Jessica Hardy betraði í dag um sítt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, við næstan einum hálvum sekundi, frá 29.36 á World Cup í Moskva seinasta leygardag, til 28.96 nú á World Cup í Stockholmi í dag. Harvið er hon fyrsta kvinna undir 29 sekund í 50 metra bringusvimjing, á sama hátt sum hon her í august gjørdist fyrsta kvinna undir 30 sekund. Næstar eftir Hardy vóru avstralska Leisel Jones 30.15 og norska Katharina Stiberg við 30.45, finska Katja Lehtonen við 30.63 og svenska Jennie Johansson við 30.64. Danska Rikke Møller Pedersen endaði tíverri heilt afturi sum nr 13 og uttanfyri finalu, við tíðini 31.45. Sí úrslit