Pál nr 5 í 400 frí á World Cup í Stockholm

Tað rakk tíverri ikki til heiðursmerki í kvøld, tá ið Pál svam finalu í 400 frí, á World Cup stevnuni í Stockholm. Men enn eitt flott føroyskt met til vágbingin, á 3:40.16, og enn ein staðfesting av at føroyingurin er á veg fram. Betring av síni bestu tíð við meira enn einum sekundi, síðani World Cup í Moskva seinasta fríggjadag, og so væl meira enn tað síðani EM í Rijeka í fjør. Mads Glæsner úr Danmark vann gull í hesum 400, og setti norðurlendskt met við tíðini 3:38.78. Sí úrslit

SVT sendir LIVE á internetinum frá World Cup í Stockholm

GEV GÆTUR! Tað vísir seg at akkurát hendan sendingin er avmarkað til bara sviar, í mun til aðrar sendingar á www.svtplay.se. Til ber tó at síggja World Cup á www.svimjing.com/live, við stream frá FINA og Universal Sports.

Svenskt sjónvarp sendir ‘LIVE’ frá World Cup svimjistevnuni í Stockholm, í kvøld og í annaðkvøld frá kl 18:00 føroyska tíð. Í kvøld skal Pál svimja finalu í 400 frí, umleið kl 19:00 føroyska tíð, við næstbestu tíð frá innleiðandi riðlunum í morgun. Og í annaðkvøld er tað so finalan í 1500 frí, sum hann er beinleiðis kvalifiseraður til.

SVT Live

Fylgið annars við á www.svimjing.com/live, har vit sum frægast royna at samla “live stream” og “live timing” á éinari síðu, saman við møguleikanum at chatta við restina av okkum áskoðarum.

Og gev gætur, at vit mest sannlíkt ikki síggja finaluna í 100 frí í annaðkvøld, av tí at sviar tíverri sum í fjør velja at tendra fyri streamingini eftir at 1500 er svomið. Tað fáa vit staðfest í kvøld, tá ið tey eftir røttum eiga at byrja við 800 frí finalu hjá kvinnum kl 17:40, samstundis sum tey á svtplay.se annonsera at “live stream” fyrst byrjar kl 18:00.
Continue reading SVT sendir LIVE á internetinum frá World Cup í Stockholm

Pál nr 2 í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen gjørdist í morgun nummar 2 í innleiðandi riðlunum av 400 frí, á World Cup stevnuni í Stockholm. Tíðin hjá honum var 3:41.60, tveir tíggjundapartar frá føroyska metinum hjá honum á 3:41.40, sum hann svam í finaluni í 400 frí í Moskva, seinasta fríggjadag. Fremsti maður varð Federico Colbertaldo úr Italia, sum er einasti við betri tilmeldingartíð enn Pál í 1500 frí í morgin, og sum her í morgun svam 3:41.09 í 400. Mads Glæsner svam 3.43.03, ið eigur norðurlendska metið á 3:39.77 í hesum 400 frí. Yvirhøvur sær tað ógvuliga gott út hjá Pál, nú hann komfortabult gjørdist nr 2 í hesum innleiðandi riðlum, og kom í finaluna í kvøld, hóast hann á pappírinum skuldi verða nr 9 og uttanfyri finalupláss. Sí úrslitalista

So er World Cup í Stockholm byrjað

SwimmingWorld Magazine kallar støðið í fyrstu kapping “a ridiculously deep field“, altso garvildt høgt, nú kempur sum Eamon Sullivan, Frederick Bousquet og Filippo Magnini ikki megnaðu at koma í finaluna í 100 frí, men vórðu koppaðir av Stefan Nystrand (45.93), Brent Hayden (46.30), Lyndon Ferns (46.32), Evgeny Lagunov (46.48), Matthew Abood (46.50), Sergey Fesikov (46.51), Danila Izotov (46.59) og Nicolas Oliveira (47.00). Michael Phelps varð nr 16 við tíðini 47.77. Pál Joensen skal svimja 400 frí umleið kl 11:00 føroyska tíð, heilsar Bjarnason úr Stockholm. Sí www.svimjing.com/live.

Luttakaralistin til World Cup í Berlin er klárur

Tað er eingin ivi um at World Cup stevnurnar í Stockholm og Berlin verða á ekstremt høgum støði, nú báðir startlistarnir eru klárir, til World Cup í Stockholm tann 10. – 11. november, og til World Cup í Berlin tann 14. – 15. november. Í Stockholm verða teir til dømis 57 manns undir 50 sekund í 100 frí, og í Berlin 78.

Í Stockholm er Pál styrkismettur sum nr 2 í 1500 frí, aftanfyri evropameistaran Federico Colbertaldo, og í Berlin er hann styrkismettur sum nr 4, aftanfyri Colbertaldo og heimsmeistaran Oussama Mellouli frá HM í Rom í summar, umframt týska Thomas Lurz, ið annars mest er stórvinnandi havsvimjari. Í bæði Stockholm og Berlin liggur Pál til eitt 9. pláss í 400 frí, har tað sum kunnugt bara sleppa 8 í finaluna. Men nú skulu vit minnast til, at tilmeldingartíðirnar eru frá áðrenn World Cup í Moskva, har tíðirnar úr Moskva flyta hann upp á eitt 6. pláss í 400 frí og silvurheiðursmerki í 1500 frí, bæði í Stockholm og Berlin.
Continue reading Luttakaralistin til World Cup í Berlin er klárur