Og so møttust teir

Onkur minnist kanska hendan grafin, sum eg byrjaði uppá tá einaferð í november í fjør, og sum spáddi at Pál fór at verða líka skjótur sum Mads Glæsner “einaferð á vári í 2009” … “tíðsnokk til HM í Rom”. Well, teir møttust egentliga longu í Rijeka, við marginalunum til fyrimuns fyri Glæsner, men HM í Rom kiksaði so hinvegin fyri Pál. Nú er trendin tó greið aftur 🙂

Glæsner vs Joensen

(Um skriftin er nakað lítil og kám, so hjálpir tað at hyggja her)
Continue reading Og so møttust teir

Pál setti eisini føroyskt met í 800 frí

Ná ja, Pál Joensen setti eisini flott føroyskt met í 800 frí, ávegis til sítt føroyska og norðurlendska met í 1500 frí, tá ið hann eftir 800 metrum vendi við millumtíðini 7:44.27, har føroyska metið hjá honum frá EM í Rijeka í fjør var 7:48.56. Norðurlendska metið á 800 metrum eigur finski Antti Kasvio, við tíðini 7:41.65 frá stevnu í Finnlandi í 1995.

3 heimsmet afturat á World Cup í Moskva

Amerikanska Jessica Hardy kláraði 29.36 í 50 bringu, har hennara egna heimsmet frá World Cup stevnuni í Suðurafrika herfyri var 29.45. Russiski Evgeny Korotyshkin strikaði eitt tað elsta heimsmetið í metbókini, tá ið hann svam 100 firvald uppá 48.99 sekund, har heimsmetið hjá amerikanska Ian Crocker frá 2004 var 49.07. Og suðurafrikanski George Du Rand setti heimsmet í 200 rygg við tíðini 1:47.08, har metið hjá eysturríkska Markus Rogan frá heimsmeistarastevnuni í 2008 var 1:47.84. Les SwimmingWorld Magazine

Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr Russlandi, ið gjørdist nummar tvey við tíðini 14:39.51, á triðja plássið var danin Mads Glæsner, ið átti gamla norðurlendska metið við 14:38.87 frá FINA World Cup í Stockholm seinasta heyst.

Continue reading Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met

Pál Joensen World Cup vinnari !!

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag hevur júst morlað føroyska stuttgeilametið á 1500 metrum frí, og eisini sett norðurlendsk seniormet við yvir 6 sekundum, á World Cup stevnuni í Moskva, í beinleiðis kapping við tann nú fyrrverandi norðurlendska methavaran Mads Glæsner. Tíðin hjá Pál varð 14:32.64, har norðurlendska metið hjá Glæsner var 14.38.87, frá World Cup í Stockholm í fjør, og føroyska metið hjá Páli var 14:39.99 frá EM í Rijeka í fjør. Næstur eftir Pál gjørdist Vitaly Romanovich úr Russlandi, næstan 7 sekundir aftanfyri føroyingin, við tíðini 14:39.51. Og nummar 3 varð so Mads Glæsner úr Danmark, við tíðini 14:44.43.

Pál massagu
Continue reading Pál Joensen World Cup vinnari !!

Pál saman við legendunum í Moskva

Jón Bjarnason hevur sent nakrar myndir afturat úr kuldanum í Moskva, har vit her millum annað síggja Pál saman við tiltikna Vladimir Salnikov, 1500 metra meistari frá OL í Moskva og Seoul í 1980 og 1988, og fyrsti maður undir 15 minuttir í 1500 metra frí á langgeil.

Joensen & Salnikov
Continue reading Pál saman við legendunum í Moskva

Pál nr 4 í 400 frí á World Cup í Moskva

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag gjørdist akkurát ov stuttur til heiðursmerki í 400 frí á World Cup í Moskva, hóast hann setti føroyskt met við meira enn einum sekundi. Tíðin hjá honum var 3:41.40, har føroyska metið hjá honum frá EM í Rijeka í fjør var 3:42.57. Nikita Lobintsev úr Russlandi vann gull við tíðini 3:38.40, meðan danski Mads Glæsner vann silvur við 3:40.10, og russiski Mikhail Polishchuk vann bronsu við 3:40.65. Sí úrslitalistan her.

Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen vísti aftur í morgun stórform, við kontrollerað at svimja innleiðandi 400 frí uppá 3:45.15, á World Cup stevnuni í Moskva. Hann svam við næstbestu tilmeldingartíð í sínum riðli, har Mads Glæsner hevði ta bestu, men legði seg longu eftir 100 metrum tríggjar tíggjundapartar framum danan. Glæsner royndi at svara aftur, til eina løtu at liggja umleið 1 tíggjundapart aftanfyri Pál, men dragnaði so aftur ímóti endanum, til at enda 1.81 sekund aftanfyri føroyingin. Jón Bjarnason SMS-ar úr Moskva: “400m føldist væl, kontrollerað svimjing við einum lítlum sindri av trykk á seinastu 100m, men væl undir maks.”

Úrslitið av innleiðandi 400 frí gjørdist sostatt:

  1. Nikita Lobintsev (RUS) 3:43.36
  2. Dominik Meichtry (SUI) 3:44.63
  3. Pál Joensen (FAR) 3:45.15
  4. Mikhail Polishchuk (RUS) 3:45.83
  5. Vitaly Romanovich (RUS) 3:46.38
  6. Mads Glæsner (DEN) 4:46.96
  7. Sergey Bolshakov (RUS) 3:47.88
  8. Clemens Rapp (GER) 3:48.19

Offisielli úrslitalistin hjá russum sæst her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2009/moscow/C74A_ResSummary_12_Heats_Men_400_Free.pdf
Continue reading Pál triðbestu tíð í innleiðandi 400 frí