Pál 14:44.83 og silvur í 1500 frí á World Cup í Tokyo

Pál Joensen megnaði tíðliga í morgun at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki á World Cup stevnuni í Tokyo, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 14:44.83, har amerikanski Michael Klueh svam 14:38.64 og japanski Aiatsugu Hirai 14:45.60. Tað vóru Klueh og ein Youhei Takiguchi sum løgdu harðast út, Klueh 55.87 eftir 100 metrum og síðani Takiguchi á odda frá 150 til 900 metrar, har Pál nærum mátti sleppa Klueh beinanvegin, men so allíkavæl kom aftur í aftur og førdi á Klueh frá 350 til 650 metrar. Sí úrslitalistan her og gev gætur at tað mest sannlíkt fer at bera til at endursíggja kappingina her á FinaTV.

Pál Joensen happy with his Szczecin 2011 400 freestyle

Pál Joensen 1:49.35 og nr 18 í 200 frí á World Cup í Tokyo

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í 200 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Tokyo, og gjørdist har nummar 18 við tíðini 1:49.35, eitt vet spakuligari enn teir 1:49.00 sum hann megnaði í Berlin. Splitt-tíðirnar hjá honum vóru 25.85, 53.52 (27.67), 1:21.49 (27.97) og 1:49.35 (27.86), sí úrslitalistan her.

Pál Joensen at Budapest 2010

Klokkan 06:30 føroyska tíð fer hann at luttaka í finaluni í 1500 metra frísvimjing, har kappingin verður serliga ein japani kallaður Ayatsugu Hirai, umframt Michael Klueh úr USA. Kappingin fer møguliga at kunna síggjast á FinaTV – sigi møguliga tí at tey onkuntíð droppa innleiðandi langteinin (800 hjá kvinnum, 1500 hjá monnum).

Pál tvær ferðir nr 19 á World Cup í Tokyo

Tað gekst ikki so væl hjá Páli Joensen í Tokyo í nátt; fyrst gjørdist hann nr 19 í 400 blandað við tíðini 4:22.92, har føroyska metið hjá honum er 4:18.97 frá HS-stevnu í vár, og síðani gjørdist hann nr 19 eisini í 400 frí, við tíðini 3:51.67 har hann á World Cup stevnuni í Berlin herfyri svam 3:50.34 í innleiðandi og síðani 3:47.30 í finaluni. Skulu vit gita hvat sum gekk galið í 400 frí (sum vælsagtans var tann meira týðandi greinin), so hevur 400 blandað kanska merkt hann eitt sindur, umframt at støðið í Tokyo var hægri: Í Tokyo skuldi tú svimja 3:48.18 fyri at sleppa í finaluna, meðan 3:50.34 var nokk í í Berlin.

Í morgin (tvs. í nátt) skal hann royna seg í finaluni í 1500 metra frísvimjing, umframt í innleiðandi 200 frí.

DSC00816

Orsaka annars at finalurnar longu eru svomnar, hóast eg í gjár skrivaði at tær byrjaðu klokkan 09:15. Tíðarætlanin hjá FINA sigur at tær byrja klokkan 09:15 (GMT) … tað burdi verið sama tíð í Føroyum, nú um veturin, men okkurt er so svipsað har.

Og orsaka at eg fyrr í morgun skrivaði at hann hevði sett føroyskt met, har er koks í metlistanum hjá okkum.

Pál í eldin á World Cup í Tokyo, 6. – 7. november 2012

So er tíð til eina World Cup stevnu afturat hjá Páli Joensen, tá ið hann í morgin og ovurmorgin fer at luttaka á stevnuni í Tokyo. Startlistarnir síggjast her á OmegaTiming.com, har vit síggja at Pál er styrkismettur sum nummar 2 í bæði 400 og 1500 frí, umframt at hann fer at royna seg í 200 frí og 400 blandað (!).

DSC00812

Vegna tíðarmunin yvir til Japan er tað longu á midnátt her at tey byrja innleiðandi riðlarnar, við møguleika hjá okkum at fylgja við live timing á OmegaTiming.com. Og í morgin og ovurmorgin er tað so finalur beinleiðis á FinaTV, frá klokkan 09:15 føroyska tíð. Sí annars stevnusíðuna her á fina.org

Pál Joensen 1500 frí finalu á World Cup í Berlin 2012

Pál Joensen luttekur her í 1500 metra frísvimjing finaluni á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Hann hevði keikt sær fótin nakað áðrenn hesa stevnu, og var tí fyri so vítt nøgdur við at kunna hanga í upptil 800 metrar, tá ið hann mátti sleppa og varð nummar 7 av teimum 8 í finaluni, við tíðini 15:04.97. Sí úrslitalista her

Óli Mortensen 1500 frí á World Cup í Berlin 2012

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag luttekur her í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Tíðin 15:39.85 var stórt nýtt persónligt met, har hansara besta tíð áðrenn hetta var 15:53.39 frá Ægir-stevnu í februar 2012. Sí úrslitalistan her

Poula Ø. Mohr 100 blandað á World Cup í Berlin 2012

Poula Øssursdóttir Mohr úr Havnar Svimjifelag luttekur her í 100 metra blandaðari svimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Tíðin var nýtt persónligt met á 1:06.01, har hennara besta tíð áðrenn hetta var 1:06.08 frá FM 2012. Sí úrslitalista her.