Birita Debes úr Ægir luttekur her í 100 metra ryggsvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Tíðin varð 1:03.35, har hennara besta tíð er hennara føroyska met á 1:01.46 frá NJM í 2010. Sí úrslitalista her.
Tag: FINA World Cup 2012
Pál Joensen 200 frí á World Cup í Berlin 2012
Pál Joensen luttekur her í 200 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Hann var sjálvur eitt sindur skeptiskur um hvussu tað fór at verða á hesum stutta teininum, nú hann so gott sum einki beinspark hevði vegna keiktan fót, og tað varð heldur ikki til meira enn 1:49.00 og eitt 16. pláss, av 41 luttakandi. Sí úrslitalista her.
Poula Ø. Mohr 100 frí á World Cup í Berlin 2012
Poula Øssursdóttir Mohr úr Havnar Svimjifelag luttekur her í 100 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, sunnudagin hin 21. oktober 2012. Tíðin var 58.91, har hennara besta tíð er 58.54 frá Ægir stevnu í februar 2012. Sí úrslitalista her.
Pál Joensen 400 frí finala á World Cup í Berlin 2012
Pál Joensen luttekur her í finaluni í 400 metra frísvimjing á World Cup í Berlin, 20. oktober 2012. Hann hevði keikt sær fótin nakað áðrenn, og fekk tí ikki brúkt hann nakað serligt. Tíðin 3:47.30 rakk til eitt 5. pláss, og Pál var eftir umstøðunum nøgdur. Sí úrslitalista her.
Astrið og Birita 50 frí á World Cup í Berlin 2012
Astrið Foldarskarð og Birita Debes úr Ægir luttaka her í 50 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, leygardagin hin 20. oktober 2012. Birita svam 26.83 og Astrið 28.00, har bestu tíðir hjá teimum eru ávikavist 26.46 og 26.87. Sí úrslitalistan her.
Pál Joensen 400 frí innleiðandi á World Cup í Berlin 2012
Pál Joensen luttekur her í innleiðandi riðlunum í 400 metra frísvimjing á World Cup í Berlin, 20. oktober 2012. Hann hevði keikt sær fótin nakað áðrenn, og fekk tí ikki brúkt hann nakað serligt. Tíðin 3:50.83 rakk akkurát til eitt finalupláss, sí úrslitalistan her.
Óli Mortensen 400 frí á World Cup í Berlin
Óli Mortensen úr Havnar Svimjfielag luttekur her í 400 metra frísvimjing á World Cup í Berlin, 20. oktober 2012. Tíðin 3:59.20 var persónligt met hjá honum, og aðru ferð at hann svam undir 4 minuttir, 1 viku eftir at hann gjørdi tað fyrru ferð.
Poula Ø. Mohr 200 blandað á World Cup í Berlin 2012
Poula Øssursdóttir Mohr úr Havnar Svimjifelag luttekur her í 200 metra blandaðari svimjing á World Cup í Berlin, 20. oktober 2012. Tíðin 2:23.22 var eitt sindur frá hennara føroyska met og juniormet á 2:20.58 frá FM í mai 2012.
Birita Debes 50 rygg á World Cup í Berlin 2012
Birita Debes úr Ægir luttekur her í 50 metra ryggsvimjing á World Cup í Berlin, 20. oktober 2012. Tíðin 28.89 rakk til eitt 12. pláss av 27 luttakandi. Hennara føroyska met er 28.62 frá Ægir-stevnu í februar 2012.
Astrið Foldarskarð 100 firvald á World Cup í Berlin 2012
Astrið Foldarskarð úr Ægir luttekur her í 100 metra firvaldasvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, 20. oktober 2012. Tíðin hjá henni varð 1:06.99, har hennara besta tíð er 1:05.07 frá FM í mai 2012. Sí úrslitalistan her