Bartal Hestoy 400 blandað á World Cup í Berlin 2012

Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag luttekur her sum fyrsti føroyingur á World Cup stevnuni 2012 í Berlin, í 400 metra blandaðari svimjing, leygardagin hin 20. oktober 2012. Tíðin 4:35.33 var eitt sindur frá hansara bestu tíð á 4:28.27, frá HS-stevnu í apríl 2012. Sí úrslitalistan her.

World Cup úrslit hjá føroyingum

Her er eitt yvirlit av World Cup úrslitum hjá føroyingum frá 2008 til 2012 við fyrivarni fyri feilum og manglum. Talan er um 11 svimjarar hjá SSF og Elspa Mørkøre og Frans Johannessen, ið hava luttikið fyri Danmark. Tilber at sortera við at trýsta ovast í tabellini. ‘#‘ er endalig støða. ‘S‘ er úrslit í leypandi FINA stigum. ‘T‘ er tilmeldingartíð í leypandi FINA stigum. ‘S-T‘ er munur á ‘S‘ og ‘T‘, tað vil siga positiv tøl merkja at svimjarin svam skjótari í World Cup kappingini í mun til tilmeldingartíðin. ‘Tíð‘ er í sekundum.
Continue reading World Cup úrslit hjá føroyingum

Sjeynda pláss til Pál og nýtt persónligt met til Óla

Fyri løtu síðani svam Pál seg til eitt sjeynda pláss í 1500 frí í Berlin við tíðini 15:04.97. Hóast hann hevði næstbestu tilmeldingartíð, vóru vónirnar til heiðursmerki í dag ikki so stórar, tí hann hevur keikt fótin og tað er ikki langt síðani hann byrjaði at venja aftur aftaná feriu.

DSC00923
Continue reading Sjeynda pláss til Pál og nýtt persónligt met til Óla

FINA TV: It’s fantastic that he managed to the finals

So segði frásøgumaðurin um Pál Joensen á FINA TV beint undan finaluna:

“…and finally Pal Joensen, which many of you will know. From the Faroes. Though the conditions that he has to train in is incredible. There aren’t any proper swimmingpools, or that is the lates I’ve heard, in the place where he lives on the Faroe Islands. So it’s fantastic that he managed to make it to the finals…”

Pál 3:47.30 og nr 5 í 400 frí á World Cup í Berlin

Pál Joensen luttók í dag í finaluni í 400 metrar frísvimjing, á World Cup stevnuni í Berlin. Tað gekk sum so ókey, hann varð nummar fimm av teimum 8 í finaluni við 3:47.30, í rættiliga harðari kapping aftanfyri favorittin Paul Biedermann. Sí úrslitalista her. Pál er sjálvur væl nøgdur við tíðina, bæði tí tað er so stutt útliðið síðani feriuna eftir OL, og tí at hann herfyri beklaði (kanska heldur keikti) fótin so mikið illa, at hann so gott sum ikki fær brúkt hann til beinspark. Í morgin skal hann luttaka í finaluni í 1500 metra frísvimjing, sum sæst beinleiðis her á FINA TV.

DSC00815

Óli Mortensen enn eina ferð undir 4 minuttir

Í síðstu viku svam Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag seg fyri fyrstu ferð undir 4 minuttir í 400 frí, tá hann í hølini av legenduni Pál Joensen bleiv nummar tvey í landsdystinum ímóti íslendingum. Tíðirnar hjá Páli og Óla vóru 3:59.36 og 3:59.88.


Óli Mortensen aftaná 400 frí í morgun
Continue reading Óli Mortensen enn eina ferð undir 4 minuttir

Ein OK morgun í Berlin

World Cup í Berlin byrjaði sum kunnugt í morgun, og øll 6 hava roynt seg í hylinum. Tað gongur eftir umstøðunum væl, tey 5 sum komu úr Íslandi eru møguliga eitt sindur merkt av fyrst landsdystinum og síðani venjingarlegu á langgeil, meðan Pál hevur fortreð av einum beklaðum fóti, frá landvenjing herfyri. Men tey svimja slettis ikki so galið fyri tað … nú má renna eg, tí teir bíða í lobbyini 🙂

DSC00731

So eru vit 8 komin til Berlin

Pál og undirritaðu fóru úr Keypmannahavn longu í morgun, so at vit náddu í hylin at skaffa akkreditatiónir osfr, meðan hini komu beinleiðis úr Íslandi nú fyri løtu síðani. Svimjararnir eru sum fyrr nevnt Poula Ø. Mohr, Astrið Foldarskarð, Birita Debes, Bartal Hestoy, Óli Mortensen og Pál Joensen, venjari Kristian Martin Joensen og ferðaleiðari Rókur í Jákupsstovu.

DSC00656