Yuliya Efimova 28.71 og nýtt heimsmet í 50 bringu

Russiska Yuliya Efimova lat seg opinbart ikki ávirka av jarðaskjálvta-morgunvekingini í dag, tá ið hon á World Cup stevnuni í Tokyo vann finaluna í 50 metra bringusvimjing við nýggjum heimsmeti 28.71, har metið hjá Jessica Hardy frá World Cup stevnuni í Berlin í 2009 var 28.80. SwimmingWorld skrivar skrivar annars at hon hevur verið forfylgd av kolldømingum í greini á hesum umfari av World Cup stevnum, so teknikkurin hjá henni er sikkurt (og ikki óvæntað) á grensuni til tað lógliga. Sí úrslitalistan her.

Chad Le Clos 1:48.56 og nýtt heimsmet í 200 firvald

Le Clos and Lochte racing the men's 100 fly at Istanbul 2012Suðurafrikanski Chad Le Clos setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á World Cup stevnuni í Singapore svam teinin uppá 1:48.56, har hansara egna heimsmet frá World Cup í Eindhoven fyrr í heyst var 1:49.04. Ungi suðurafrikanin er sostatt fyrsti svimjari nakrantíð undir 1:49 í 200 firvald. Sí úrslitalistan her.

World Cup í Dubai og Doha fingið ávaring frá FINA fyri ikki at vísa ísraelska flaggið

Sum tit kunnu lesa millum annað í Israel Today og SwimmingWorld, so hevur ein gøla stungið seg upp eftir World Cup stevnunum í Dubai og Doha, tí at vertirnir har eftir øllum at døma bevíst ikki vildu vísa neyðuga virðing fyri ísraelskar luttakarar. Teir høvdu nevniliga millum annað valt at vísa blankt flagg út fyri svimjaranum Amit Ivry, sum vann silvur í Doha.

Nú hevur altjóða svimjisambandið FINA sent út pressuskriv, at hetta ikki var í lagi, at teirra egnu fólk har beinanvegin fingu tað rættað, og at fyriskipararnir í Duba og Doha hava fingið eina ávaring.

FINA gave a warning to the Organisers of the two FINA Swimming World Cup meets and recalled them that the FINA rules must be equally applied by all FINA National Federation

Óli 3:56.38 í 400 frí á World Cup í Doha

Óli MortensenTeir báðir Óli Mortensen og venjari Kristian Martin Joensen úr Havnar Svimjifelag eru nú komnir til Doha í Qatar, har Óli í morgun luttók í 400 metra frísvimjing.

Og nú gekk heilt gott; tíðin hjá Óla var 3:56.38, sum er persónligt met í mun til hansara 3:57.16 frá NJM í Finnlandi í fjør.

Óli varð nummar 17 av 25, ella nummar 3 av 5 um vit bara hyggja at teimum sum eru árgang 1996 ella yngri. Sí úrslitalistan her.

Her er ein ‘teasari’ frá World Cup í Doha …

Óli 15:41.15 í 1500 frí á World Cup í Dubai

Óli MortensenÓli Mortensen luttók í morgun í 1500 metra frísvimjing, á World Cup stevnuni í Dubai. Tíðin hjá honum var 15:41.15, nakað spakuligari enn hansara 15:31.79 á World Cup stevnuni í Moskva síðsta sunnudag. Óli varð nummar 8 av teimum 15 sum svumu í spakuligari riðlunum, ella 16 av 23 um vit telja teir 8 við sum fara at svimja finalu seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

Óli Mortensen 4:35.73 í 400 blandað á World Cup í Dubai

Óli Mortensen luttók í morgun í 400 metra blandaðari svimjing á World Cup stevnuni í Dubai, og varð hann har nummar 9 av teimum 19 sum svumu í veikaru riðlunum, ella 17 av 27 um vit longu nú telja finaluriðilin seinnapartin við. Tíðin var 4:35.73, sum er eitt sindur frá hansara bestu tíð á 4:30.51, frá stevnu í Klaksvík í november í fjør. Sí úrslitalistan her.

DSC00774

Morgunvenjing í Dubai

Teir báðir Óli Mortensen og venjari Kristian Martin Joensen komu fram til Dubai í gjár, har næsta kapping í World Cup røðini verður nú hósdagin og fríggjadagin 17. og 18. oktober. Her á myndini hjá Kristian Martini eru teir til morgunvenjing í glæstriligu Hamdan bin Mohammed bin Rashid svimjihøllini í Dubai, har HM á stuttgeil var í 2010. Myndin er úr upphitingarhylinum, har tað ikki er so høgt til loftið, vegna nøkur ventilatiónsrør ella hvat hatta er sum hongur uppi undir loftinum.

oli-morgunvenjing-i-dubai

(Kristian Martin Joensen eigur myndina)

Óli 15:31.79 í 1500 frí á World Cup í Moskva

Óli Mortensen luttók í morgun í 1500 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Moskva, og varð hann har nummar 5 av teimum 11 sum svumu uttanfyri sjálva finaluna, ella 13 av 19 um vit telja finaluna við. Tíðin hjá honum 15:31.79 var aftur í dag ikki so langt frá hansara bestu tíð, sum er 15:24.32 frá NJM í Vaasa í fjør.

DSC00774

Ruta Meilutyte 1:02.36 og nýtt heimsmet í 100 bringu

Litaviska Ruta Meilutyte setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon á World Cup stevnuni í Moskva svam teinin uppá 1:02.36, har heimsmetið hjá amerikansku Rebeccu Soni frá Duel in the Pool stevnuni millum Evropa og USA afturi í desember 2009 var 1:02.70. Sostatt ein ófør betring av metinum sum hevur staðið síðani superdraktirnar tá afturi í 2009, og ein staðfesting av størstu hóttanini hjá heimabanafavorittinum Rikke Møller Pedersen tá ið EM verður í Herning nú um tveir mánaðir.

Ruta Meilutyte 100 breast WR at BCN2013