Næsta røð av World Cup stevnum byrjar í Moskva í morgin, har eisini Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag luttekur. Tey kappast í Moskva nú 12. og 13. oktober, í Dubai hósdagin og fríggjadagin 17. og 18. oktober, og so aftur í Qatar sunnudag og mánadag 21. og 21. oktober. Sum skilst verður Óli einasti føroyski luttakari á World Cup stevnum í ár. Til ber at fylgja við úrslitunum her á omegatiming.com og síggja kappingina á FinaTV
Tag: FINA World Cup 2013
Mireia Belmonte 7:59.34 og fyrsta kvinna undir 8 minuttir í 800 frí
Spanska Mireia Belmonte megnaði í kvøld at seta eitt imponerandi nýtt heimsmet, tá ið hon á World Cup stevnuni í Berlin svam 800 metrar frísvimjing uppá 7:59.34. Franska Camille Muffat átti heimsmetið á 8:01.06 frá í november í fjør, og Belmonte er sostatt fyrsta kvinna nakrantíð sum hevur svomið 800 metrar frísvimjing uppá minni enn 8 minuttir. Sí úrslitalistan her.
Katinka Hosszú 2:04.39 og nýtt heimsmet í 200 blandað
Ungarska Katinka Hosszú setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 200 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum (!) á World Cup stevnuni í Eindhoven svam teinin uppá 2:04.59. Amerikanska Julia Smit átti heimsmetið á 2:04.60 frá ‘Duel in the Pool’ stevnuni millum USA og Evropa í Manchester í 2009. Sí úrslitalistan her.
#BCN2013 might be over but #swimming #WorldRecord are still falling! Hosszu (HUN) just set new 200m IM WR in 2:04.39 at #swc2013 Eindhoven
— FINA (@fina1908) August 7, 2013
Her er video frá tá ið hon setti heimsmet í morgun